Skriva út
Kirkjan í norðurlendskum høpi.
13.09.2010 Tíðindi

Í Føroyum er gott, og vit eru í stóran mun væl nøgd. Umráðandi er at vera nøgdur, men nøgdsemi skal helst vera skapandi og kveikjandi. Hugurin at fáa tað góða betri er mennandi.
Føroyska kirkjan hevur í øldir verið tengd at kirkjuliga rákinum uttanlands. Serliga hava bondini til donsku kirkjuna verið sterk av søguligum og politiskum ávum. Hesi bond síggjast aftur í føroysku fólkakirkjuni t.d. sálmar, lestrar og prestar. Ein ríkur kirkjuligur arvur.
Í so máta er ikki tann stóra broytingin hend síðani yvirtøkuna, tí ætlanin er at varðveita og halda við líka tað góða samskiftið við danir og donsku fólkakirkjuna innan útbúgving og førleikamenning annars.
Tað nýggja er heldur tann avbjóðing, ið føroyska fólkakirkjan stendur í sum ein sjálvstøðug kirkja. Nú koma vit sjálvi saman við øðrum at byggja tann pall, ið fólkakirkjan skal standa á í norðurlendskum og altjóða høpi.
Um mánaðarskiftið juni/juli var norðurlendskur biskupsfundur í Århus. Støðan hjá kirkjuni í norðurlondum var til umrøðu. Eisini norðurlond eru lítil í altjóða høpi, so tað er týdningarmikið at kenna sínar røtur og finna sín samleika, nú altjóðageringin spakuliga hevur lyndi at ávirka og avgera, hvussu vit skulu hugsa í norðurlondum. Spurningurin um átrúnað í tí almenna rúminum er á dagsskrá í Evropa. Eisini national tjóðareyðkenni sum t.d. spurninginum um flaggið elvir til orðaskifti. Skal tað vera loyvt at hava ein kross í teim norðurlendsku fløggunum?
Í døgunum 30. – 31. august í ár var norðurlendsk ráðstevna í kirkjurætti í Føroyum. Tvinni stór og týðandi mál vóru á skránni : “Kyrkoordning – autonomi” og “Arbetsratt – icke diskriminering”. Føroysku umboðini í fyrireikandi bólkinum vóru Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur, og Bergur Berg, ráðgevi í Mentamálaráðnum. Fleiri prestar og umsitingin hjá Stiftinum vóru á skeiðinum. Áhugaverdir og kunnandi dagar.
Teir donsku biskuparnir vitjaðu á Viðareiði saman við fyrisitingini.
Í døgunum 3. – 6. september í ár var so danskur biskupsfundur í Føroyum. Í Danmark eru 10 biskupar, og Grønland og Føroyar eru ein partur av tí danska biskups samstarvinum.
Hetta samstarvið er mennandi, tí tað er skjótt, at hugsanin steðgar, um vit liva á vardum øki innan heimligar garðar. Á sama hátt er tað umráðandi hjá dómpróstinum og prestunum sum heild at varðveita tey persónligu og fakligu bondini til útheimin.
Seinast í oktober í ár fer Stiftsstjórnin og serkønur prestur í íslendskum kirkjumálum yvir til Reykjavíkar. Hugsast kann, at teir føroysku prestarnir í framtíðini fara yvir á kirkjuskúlan í Skálholti til ávísa eftirútbúgving sum eitt tilboð afturat tí, ið vit fáa frá dønum.
Vit hava almikið at læra av øðrum, og samskifti út í heim er neyðugt, um vit skulu varðveita eitt høgt støði innan útbúgving og vitan.
Áhugavert er at hoyra útsagnir teirra, ið vitja higar. Sagt verður, at vit í Føroyum kunnu læra tey vitjandi nakað og viðhvørt almikið.
Vit eru sammett við onnur lond væl færri í tali. Møguliga letur tað seg gera at hugsa stórt, sjálvt um vit eru fáment. Hugsa stórt um Guð og menniskju, so vit mennast og búnast til virðiligt samstarv og samskifti bæði innlendis og út í heim.
Ein fólkakirkja byggir brýr millum menniskju og brýr tvørtur um mørk og landamørk, - opinleiki, virðing og tolsemi.
JF.
Onnur tíðindi