Skriva út

Kirkjan hon er eitt øðrvísi hús

24.11.2010 Tíðindi
Kirkjan hon er eitt øðrvísi hús


Kirkjan hevur virkað í øldir, hóast hon av og á hevur verið fyri ágangi frá fólki, sum halda hana vera gamla og ótíðarhóskandi. Men mangar royndir at gera okkurt betri, hava verið til fánýtis. Og meira enn eina ferð hava royndir at gera eina reformatíon heldur endað í revolutión, sum einki gott hevur ført við sær

Edvard Joensen

Kirkjubygningurin er ikki sum aðrir bygningar í bygdini ella í býnum. Hon er vígd og eigur tí at vera umgingin við meira spekt og sóma, enn einhvør annar vanligur bygningur, sum fólk búgva, handla ella arbeiða í, sigur John Myllhamar, trúboðari og kirkjuráðslimur í Sandavági.
Hann heldur tað vera í lagi, at kirkjubygningarnir verða brúktir til konsertir ella onnur tiltøk, sum kunnu fremja tað endamál, sum kirkjan fyrst av øllum stendur fyri. Men tað, sum borið verður fram í kirkjuni, skal vera av slíkum slagi, at fólk, sum koma í kirkjuna, skilja boðskapin.
Her meinar hann við, at tað eru ikki øll, ið eru líka væl fyri málsliga, so tað nyttar ikki øllum fólki at fara í kirkju at lurta eftir eini konsert, sum hildin verður við harðmæltum ljóðførum á fremmandum máli gjøgnum eitt forsterkaraannlegg, sum kanska gera, at alt loypur saman í hoyritólinum hjá gomlu Sigg’-ommu.
Nú kunnu fólk kanska halda, at so má omman vera so mikið at sær komin, at hon ikki fer til slíkt, sum kanska er ætlað øðrum ættarliðum enn hennara. Men har er John Myllhamar ikki samdur. Als ikki. Kirkjan er sanniliga fyri øll, og tað ber ikki til at fara at lýsa við tiltøkum í kirkjuni, har aldursmark ella aðrar avmarkingar verða settar á. Í kirkjuni eiga øll heimarætt, og tað, sum borið verður fram í kirkjuni, eigur at vera av slíkum slag, at øll kunnu bera tað heim aftur við sær, staðfestir hann.
-Tí kirkjan er ikki eitt stað, har tú skalt koma fyri at fáa undirhald. Kirkjan er alt kirkjufólkið, og ikki bara bygningurin. Guðstænastan byrjar við klokkuringing, sum kallar fólkið saman. Hetta fólkið, sum so í felag myndar alla guðstænastuna frá tí, præludium hevur fingið tey at stillast, til biðisløgini hava sagt teimum, at nú er guðstænastan endað. Alt, sum har er ímillum, er kirkjuliðið partur av. Í grundini eisini prædikuni hjá presti, sum tey lurta eftir, sigur John Myllhamar.
Hann vísir á, at júst hetta fasta ritualið, sum kirkjan altíð hevur brúkt, helst er tann einfalda grundin til, at kirkjan enn er eitt stað, har fólk koma at fáa sær andaliga føði. Hesi støðini, sum í stóran mun koyra upp á “undirhald”, sum hann tekur til, hava ikki tað grundstøðið, sum kirkjan hevur. Og meira enn so hendir tað seg, at slíkt bara verður upplop, sum so fánar burtur aftur.
Men hann ásannar, at kirkjan eisini viðhvørt kann virka í so deydlig. Og her hava prestarnir eina uppgávu, sum teir mugu taka í álvara.
-Tað hevur altíð verið so í kirkjusøguni, at gongdin hevur verið upp og niður, Vit kunnu fylgja kirkjuni aftur gjøgnum søguna og síggja, hvussu tað viðhvørt eru djúpir aldudalar at síggja. Og í løtuni tykist, sum føroyska kirkjan í hvussu er ikki ríður á aldukambinum. Her er ov nógv kapping uttaneftir, sum beint nú tykist meira spennandi enn tann gamli, haldfasti boðskapurin, kirkjan ber. Og tí skuldi helst verið skipað fyri tiltøkum uttan fyri vanligu guðstænastuna, har eitt nú prestarnir á ymiskan hátt kunnaðu um kirkjuna, so fólk gjørdust meira tilvitað um tað, hon stendur fyri, sigur hann.
Tí hann kann ikki góðtaka hetta, at fólk bera seg undan at fara í kirkju, tí tað er so keðiligt og avoldað, sum sagt og gjørt verður í kirkjuni. Tað er nógv stuttligari og meira undirhaldandi at fara í eina samkomu, sum fylgir tíðini við nútímans tónleiki og øllum tí, vit hoyra um.
-Men hetta undirhaldið hevur mangan víst seg ikki at halda. Tað er meira enn so komið fyri, at fólk fara til eina samkomu eina tíð. So er hon ikki áhugaverd meira, og tey skifta til ta næstu. Hóast kirkjan í dag kann tykjast eitt sindur tung, ber til at lætta henni á, uttan at broyta tann berandi boðskapin. Vit hava fleiri ferðir sæð, at tað, sum skuldi byrja sum ein reformatión, er endað sum ein revolutión, tí tey, sum stóðu fyri at broyta kirkjuna og hennara innihald, megnaðu ikki tað, tey fóru undir, tí grundarlagið, tey bygdu á av nýggjum, rætt og slætt var ov veikt, sigur John Myllhamar, trúðboðari í Sandavági.