Skriva út

Kirkjan hevur nógv at bjóða tí unga

04.04.2022 Tíðindi

- Vit hava ein boðskap, sum kann vera við til at hjálpa ungum, ið dragast við angist, einsemi og avriksótta, sigur Hanus Pál Jógvansson.

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Mynd: Privat.

UNGDÓMUR: - Tey ungu í dag hava nógv at dragast við. Og hetta er ein avbjóðing, ið vit sum kirkja eiga at taka í álvara, sigur nólsoyingurin, Hanus Jógvansson.

Á jólum 2020 var hann liðugur við gudfrøðilesnað sín við Lærda Háskúlan í Århus, og arbeiðir í løtuni í Tilhaldinum í heimbygdini.

Eitt av hansara áhugamálum er, hvussu vit, sum kirkja kunnu vera við at vera nakað fyri tey ungu og røkka teimum við gleðiboðskapinum.

- Vit kunnu vísa teimum á, at vit eru skapt í Guds mynd, men at vit ikki á nakran hátt skulu gera okkum uppiborin til frelsuna, leggur hann aftrat.

Ann Hermansdóttir, ið er prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi er somuleiðis upptikin av hesi avbjóðingini.

Tí, sum hon sigur: - Mítt hægsta ynski er, at vit í 2022 fara at fokusera meiri uppá, hvussu vit kunnu vera ein kirkja fyri okkara ungdóm. Tey ungu í dag eru stressað og móð, og hava brúk fyri onkrum, sum vil lurta eftir teimum.

Henda greinin snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu kirkjan aftur kann fáa fatur á teimum ungu. Tað vísir seg, tíverri, alt ov ofta, at tey ungu hvørva úr kirkjuni eftir at tey eru fermd.

- Vit hava avgjørt nakað av bjóða teimum, sigur Hanus Jógvansson, sum her er avmyndaður í Argja kirkju, saman við prestinum Derhard Jógvansson.

FÓTAFESTI Í LÍVINUM
Tá Hanus Jógvansson hugsar um føroyskt kirkjulív, so er tað hansara fatan at tað er sunt.
Ella sum hann tekur til:

- Tað er virkið, fjølbroytt og rúmligt, og fólkakirkjan rúmar bæði kirkjugangarum og prestum við ymiskum meiningum um kirkjulig viðurskifti.

Og hann leggur aftrat: - Hetta meti eg vera eina styrki hjá fólkakirkjuni.

Men, sum longu nevnt, so metir Hanus eisini, at fólkakirkjan hevur eina avbjóðing: Nevniliga at røkka ungum fólkum.

Eftir hansara meting tykist tað at vera so, at nógv ung fólk missa sambandið við kirkjuna, aftaná at tey eru fermd. Tey koma mangan ikki aftur til kirkjuna, fyrrenn tey skulu giftast, ella teirra børn skulu doypast.

- Hetta haldi eg vera sera harmiligt, tí kirkjan og kristni gleðiboðskapurin hava nógv at bjóða ungum, sum leita eftir fótafesti og meining í lívinum, leggur hann dent á.

LJÓSIÐ SKAL LÝSA
Í eini grein her á heimasíðuni 11. januar í ár nart Ann Hermansdóttir við tað sama í eini grein við yvirskriftini: ”Vit mugu eisini vera kirkja fyri okkara ungu”.

Hennara hægsta ynski var – og er - at vit fara at fokusera meiri uppá, hvussu vit kunnu vera ein kirkja fyri okkara ungdóm. Sum kirkja mugu ikki vera bangin fyri at siga og vísa teimum á, at vit sum trúgvandi hava eina vón og ein frið, av teirri orsøk at friðarhøvdingin býr í okkum.

- Vit skulu ikki seta okkara ljós undir nakra skeppu, tá vit hava avgjørt ein góðan boðskap at bera víðari til okkara ungu. Okkara boðskapur er stutt sagt hann, at eg og tey hava EIN, sum tey altíð kunnu venda sær til, og EIN, sum tekur sær av teimum, eisini í truplum tíðum, vísti Ann á.

- Vit kunnu altíð møta teimum ungu og taka teirra tankar, teirra kenslur og teirra truplu umstøður fyri fult. Vit mugu ikki á nakran hátt tosa niður á tey, men lata tey greiða frá teirra avbjóðingum í gerandisdegnum. Soleiðis kunnu vit vera við til at møta teimum, har ið tey eru, sigur Ann.

Og hon legði í sama andadrátti aftrat:

- Vit vilja so fegin, at tey ungu skulu koma til okkum, og at tey skulu blíva soleiðis sum vit eru. Men, - høvdu vit dugað at verið eitt sindur meiri lurtandi, heldur enn at vit allatíðina skulu koma við góðum ráðum.

- Eg haldi sjálv, at vit eru alt ov loysn-orienterað mótvegis teimum. Hvat við at vit bara síggja, at loysnin er ofta bara tað, at vit eru opin fyri tí, sum tey koma við. At vit lurta og lurta eftir tí, sum fyllir so nógv í lívinum hjá tí unga.

AVRIKSÓTTI OG EINSEMI
Hanus Jógvansson er somuleiðis upptikin av tí møguleikanum, ið kirkjan hevur at vísa á, at kristni boðskapurin sigur, at vit eru skapt í Guds mynd.

- At vit kunnu vísa á hetta, og at vit ikki á nakran hátt skulu gera okkum uppiborin til frelsuna, kann vera við til at hjálpa ungum, ið dragast við angist, einsemi og avriksótta, sigur Hanus.

Hann vísir eisini á, at fólkakirkjan tekur hesa avbjóðing í størsta álvara, tí arbeitt verður millum annað við at seta ein ungdómsprest. Hinvegin skipa prestarnir og kirkjuráðini kring landið eisini fyri tiltøkum og gera eitt stórt arbeiði fyri at røkka teimum ungu.

Ann Hermansdóttir vísir á, at ein prestur heldur ikki eigur at vera bangin fyri at spyrja tey ungu, um vit kunnu biðja til Gud fyri teimum.

- Vit treingja okkum ikki uppá í slíkum førum, tí tað eru tey, sum siga frá, um tey ynskja forbøn ella ikki. Um tey ynskja tað, so greiði eg teimum altíð frá, at tað eru hvørki eg ella tey, sum gera nakað. Men tá ein biður, so er tað Gud sum virkar.

- Soleiðis kunnu vit vera við til at vísa teimum á tað besta, sum vit eiga og at peika teimum á Jesus.