Skriva út

Kirkjan, halgidómur ella fornminni?

09.09.2011 Tíðindi
Kirkjan, halgidómur ella fornminni?

Kirkjan er sum bygningur ein halgidómur, sum við vígslu er halgaður sínum endamáli. Kirkjubygningurin er fyrst og fremst :

• karmur um innihald, - orðið um Jesus og sakramentini

• kirkjuliðsins andaliga heim

• tilhald ævihátíðir t.d. ferming, vígsla og jarðarferð

• tilhald serligar løtur bæði í gleði og sorg

• tilhald kveikjandi løtur, - tónlist, sálmar og sangir

• griðstaður fólksins.

Tað er kirkjuráðið á staðnum, ið stjórnar og hevur ábyrgd av, at kirkjan sum bygningur hevur tað gott. Saman við kirkjuráðnum hava bæði dómpróstur og biskupur ta ábyrgd, ið er umsjón og yvirumsjón.

Tað ljóðar einfalt, men so einfalt er tað ikki. Tað er satt at siga rættiliga torført, tí nógvar kirkjur eru friðaðar.

Kirkjuráðið hevur hugskot, t.d. atlit til fólk, ið bera brek, men vegurin er tungur og kennist viðhvørt ómøguligur at ganga.

Kirkjan er friðað!

Sum ungur prestur var tolið ikki altíð gott, og vit øtaðust um skilið í Havnini. Alt var trupult. Hugskot kirkjuráðsins vórðu spakuliga køvd í málsviðgerð og umsiting.

Nú siti eg sjálvur í Havnini sum málsviðgeri ella partur av einum størri toymi, og framvegis eru vit í Havnini afturhaldandi og køvandi.

Kirkjan er friðað! Kirkjan umboðar mentanarvirði, byggisøgu og list, handverk og arkitektur! Vit duga øll hesi orðini uttanat.

Eyðvitað mega vit sum kirkja nýta vit og skil og fara fram við hóvsemi og fyriliti. Kirkjan er sum bygningur ein dýrabarur mentanararvur.

Men hvør er tað, sum røkir kirkjurnar og nýtir bygningin? Er tað ikki kirkjufólkið og tey, ið vitja?

Hvat telur fólksins gerandisdagur, tá vágskálin skal javnviga?

“Biskupur! Nú tekur tú teg saman og gert okkurt við hetta! Tolið er uppi!”

Ein álvarsom rødd fylt við kærleika til halgidómin, ið stendur sum eitt fornminni og minni um eitt kirkjulið, ið einaferð var.

Mítt fyrsta hugskot kom av sær sjálvum. Vit mega heita á landsstýriskvinnuna í kirkjumálum við hesum ynski : Vinarliga ger eina broyting, so tann friðaða kirkjan kann vera og nýtast sum halgidómur.

Kirkjan er fyrst og fremst halgidómur.

Friðaðar kirkjur og eldri kirkjur eru virðismikil fornminni, men tær mega kunna nýtast sum halgidómar, ikki tóm hús og søguligir minnisvarðar. Tær eldru kirkjurnar mega vera vælvirkandi minnisvarðar, har nýtsla og trivnaður fólksins andar í søguligum og listarligum umhvørvi.

Latum okkum velja nakrar gamlar kirkjur úr rúgvuni, t.d. á Nesi og í Gøtu og onkra aðra staðni. Latum okkum halda tær væl og geva teimum eina virðiliga peningajáttan til viðlíkahald og røkt!

Tær gomlu friðaðu kirkjurnar kosta. Tað kann væl ikki vera ætlanin, at kirkjufólkið yvir kirkjuskattin fær álagt at varðveita virðir, ið verða friðað við lóg. Tað er ein uppgáva hjá almennu Føroyum.

Øll mega raðfesta, ikki minst fíggjarliga.

Hvar er javnvágin? Halgidómur ella fornminni?

JF.