Skriva út

Kirkjan fer at standa væl við Sandá

28.03.2024 Tíðindi

BRIM Arkitektar eru saman við øðrum í holt við at leggja seinastu hond á nýggju kirkjuna á Argjum, so arbeiðið kann bjóðast út. – Hetta verður ein øðrvísi og spennandi kirkja at koma inní, sigur Magnus Magnussen frá BRIM Arkitektum.

Líka síðani nýggja kirkjan á Argjum varð staðsett við Sandá, hevur verið arbeitt framímóti, at hon skuldi taka seg væl út á einum vøkrum og heyggjutum lendi millum steinar og klettar fram við gøtuni og ánni. 

Kirkjuráðið skrivaði í 2015 út arkitektakapping, og millum 23 innkomin uppskot valdi dómsnevndin uppskotið frá Brim Arkitektum sum vinnara. Ein av grundgevingum var, at vinnandi uppskotið tók serlig atlit at økinum og at kirkjan kom at standa væl í lendinum.

– Vit arbeiddu við arkitektoniskum loysnum, sum eru neyvt tengdar at júst staðsetingini, tí tað, sum skal gera eina kirkju til nakað serligt, er jú tað listarliga, sigur Magnus Magnussen, arkitektur og stjóri í Brim Arkitektar, ið vísir á, at kirkjan fyrst og fremst er teknað, so hon hóskar júst á hesum staðnum.

– Tað er við íblástri frá og í samljóði við staðið við Sandá, at júst henda kirkjan er teknað. Tí viga tey viðurskifti, sum eru serlig á júst hesum staðnum, sera nógv, so sum áin, hólmarnir í ánni, klettarnir, gøturnar, útsýnið, landslagið, sólarljós, vindur og annað.

Ikki flytast á annað stað
Hóast mótmæli hava vera, er Magnus Magnussen sannførdur um, at kirkjan verður fín, har sum hon skal standa við Sandá, og hann væntar eisini, at fólk verða glað fyri hana. Hann ásannar, at nøkur hava víst sína ónøgd, men roknar við, at tað gongur í seg sjálvt og verður lagt afturum.

– Sjálvir halda vit, at kirkjan fer at gera túrin fram við Sandá meira áhugaverdan, og vónandi kann tað blíva so, at tað á túrinum fer at bera til at støkka inn á gólvið at sita eina løtu og kanska tendra eitt ljós, sigur hann.

Viðvíkjandi uppskotionum um, at nýggja kirkjan heldur skuldi byggjast á eina trøð mitt inni í bygdini á Argjum, heldur hann, at tað eisini kundi verið ein góð staðseting, og at har kundi borið til at teknað eina góða og vakra kirkju.

– Tað hevði tó ikki verið henda kirkjan, sum longu er teknað. Hóast tað við eini størri umprosjektering helst hevði borið til at fingið tað mesta í rættlag, so hevði tað ikki verið ein møguleiki at flutt hesa kirkjuna, sum longu nú er í umbúna, sigur Magnus.

– Vit hava teknað eina spennandi og góða kirku, so tað hevði verið ógvuliga spell at slept hesi ætlanini. Men høvdu vit fingið áheitan um tað, so høvdu vit sjálvandi teknað eina nýggja kirkju. Tó skilji eg væl kirkjuráðið, at tað ikki hevði havt hug til tað.

Magnus Magnussen vísir millum annað á nógv øðrvísi viðurskiftini á trøðni, so sum, at har er nógv brattari, samstundis sum óvist hevði verið, hvussu sólargangurin hevði verið.

– Eisini er lendið vallað og ikki fult av klettum, sum hava verið íblástur til útsjóndina á kirkjuni, og heldur ikki áin ella staðsetingin við ánna, sum eisini hava givið íblástur, høvdu verið har, sigur hann.

Tað síðsta upp á pláss
Í hesum døgum sita teir hjá BRIM Arkitektum og gera tær síðstu rættingarnar og tillagingarnar, sum kirkjuráðið hevur ynskt, og Magnus Magnussen væntar, at hetta arbeiðið verður liðugt um einar tríggjar ella fýra vikur. Páskirnar koma eisini ímillum, men roknað verður við at vera komið á mál síðst í apríl mánaði.

– Tað eru ikki bara vit, sum sita og arbeiða við hesum, tí har er fleiri aðrir partar inni í myndini, nú vit eru komnir so langt við tilgongdini. Eg kann nevna ráðgevandi verkfrøðingafyritøkurnar, LBF og PBC, umframt at tey hjá Steingrund Akustik hava roknað uppá, hvussu ljóðviðurskiftini kunnu verða nøktandi, sigur stjórin í BRIM Arkitektum.

– Alt hetta skal so enda við, at teir ymsu tættirnir í arbeiðinum verða bodnir út. Eg kann í øllum førum vissa fólk um, at hatta verður ein øðrvísi og spennandi kirkja at koma inní. Sjálvt kirkjurúmið verður øðrvísi, tí tað onkursvegna vendir inneftir í stóran mun, so tú ikki kanst hyggja út. Heldur verður tað eitt høgt og hátíðarligt rúm, har ljósið fellir vakurt inn úr erva.

Orð: Hilmar Jan Hansen

Myndir: BRIM Arkitektar