Kirkjan á Kirkju 75 ár.
Ferðabáturin Másin líktist sær sjálvum. Fyri 16 árum síðani søgdu vit farvæl Eystan Múla og fluttu út í Eysturoynna. Starvið Eystan Múla var mítt fyrsta kall sum prestur. Ein rík og góð tíð, ið ongantíð fer mær úr huga. At fáa náðir at byrja óroyndur og óvitandi, og hóast tað góðtikin. At vera móttikin við umsorgan og kærleika og myndaður til kall og gerning.
Sjálvt um Másin líktist sær sjálvum, so er nógv broytt hesi sekstan árini. Fólkatalið er munandi minkað, og tosað verður í fjølmiðlunum um, hvussu tað verður við útoyggjunum. Mær runnu í huga andlit, sum eru sovnað burtur, menniskju vit hildu av og vóru góð við.
Men nakað var ikki broytt, nakað av tí besta var líka livandi. Hesi menniskjuni, teirra ídni og gestablídni. Komin í land á Kirkju, kendu vit tað sum um, at vit framvegis vóru í prestagjaldinum. Tað var sum at koma heim, og vit vóru heima millum vinir og frændur. Fagnaði og móttikin.
At rigga til
Fríggjakvøldið 30 mai var eitt hendinga vakurt kvøld. Tað var lýtt í veðrinum, og sólin bakaði. Tað var dýrd, og seint á kvøldi andaði ein ond. Vit vóru komin í friðin, og vit kendu tráðin aftur til kelduna. Guðs skaparverk, Føroya land, náttúra og fólk.
Fólk vóru virkin, og hvør var á sínum plássi. Hátíðarhald kemur ikki av sær sjálvum. Tað krevst áræði at skipa fyri einum sjútifimm ára føðingardegi í einum fámentum kirkjuliði. Úti vórðu gøturnar umvældar, og innandura varð matur gjørdur. Alt gekk upp í eina hægri eind, og alt gekst væl.
Serliga hugtakandi var at síggja kirkjuna. Hesin halgidómurin, har eg fekk náðir at virka. So vøkur og nýmálað. Kirkjan var ein frægd fyri eyga. Hon stóð í síni tign sum ein varði sæð frá sjónum. Komin í land og niðan í bygdina lá leiðin oman í kirkjuna. Stórsligin var løtan at koma inn í hetta heilaga húsið, ið andar av lívi og føðir lív.
Sólin var komin væl vestur á luftina, tá eg trein inn um kirkjugarðs grindina. Ein maður sat á tekjuni og málaði. Hann nýtti ikki stór orð um avrikað verk. Ein sáttlig tala, men verkið var eyðsýnt. Ein langur dagur, og snimma leygarmorgunin, ja áðrenn sólin var komin fyri seg, var farið í holt við tornið.
Kærleikin til kirkjuna
Másin er gamal, kirkjan er gomul og miðalaldurin á Fugloynni er høgur. Men kærleikin til kirkjuna er hin sami. Havi mangan sagt frá tíðini Eystan Múla. Sjálvur veit eg, at eg fekk meira enn tað, ið eg sjálvur gav.
Sunnudagurin kom, og veðrið var aftur til vildar. Ein so fínur morgun. Nógv fólk kom í oynna, og fleiri teirra komu aftur til røturnar. Tað vóru eisini almennir gestir. Løgmaður, landsstýriskvinnan í mentamálum og hægsta embætisfólk í landinum. Tað kendist væl, at hesi mintust kirkjuna á Kirkju. Eitt fáment kirkjulið í lítlari bygd á fjarskotnari oyggj.
Hinvegin er tað ein sannleiki, at tær smáu bygdirnar hava givið eitt munadygt ískoyti til tað føroyska samfelagið. Eisini kirkjan hevur notið væl av teim smáu plássunum. Fólkið á Kirkju er í so máta einki undantak. Sálmabókin og bókmentasøgan staðfesta siðaarv og mentan. Bæði í høvuðsstaðnum og aðrastaðni hava trúfastir tænara, ið troddu barnaskógvarnar úti á bygd, dugnað kirkjuni.
Elsa Funding, sóknarprestur, legði hátíðardagin til rættis saman við kirkjuráðnum. Væl var skipað fyri, og tilvild sást eingin. Við urguna sat fyrrverandi presturin á Viðareiði, Meinhard Bjartalíð. Innari kór sat dómprósturin, Bjarni Bæk. Í nánd av urguni sat ein annar fyrrverandi prestur í Ónagerði, Niels Pauli Danielsen. Jú, kirkjunnar klerkar søgdu takk fyri farnar góðar dagar, fyri vælvild og førning í lívsins skjáttu.
Andakt og gleði
Tað vakrasta eg legði til merkis, var sjálv andaktin og gleðin. At eiga eina kirkju er eitt ómetaliga stórt ríkidømi fyri eina bygd. 75 ár vóru liðin, síðani kirkjan varð vígd, og kirkja kom aftur á Kirkju. Tað var so, at serligar umstøður og vanlagna rakti bygdina, so Hattarvík varð kirkjubygdin á Fugloynni í drúgva tíð.
Jenny Lydersen á Rás 2
“Í 100 ár frá 1833 – 1933 var eingin kirkja á Kirkju. Hetta komst av, at kirkjan um hetta mundið var í ringum standi, sum lýst verður í kirkjusýni frá 1820. Harumframt var bygdin fyri stórari bát vanlukku, tá kirkjubáturin í 1818 umkomst sunnan fyri bygdina, og seks mans doyðu. Ein var bjargaður, men hann doyði av landfarsótt fá ár seinni.
Kirkjuligu myndugleikarnir søkja í 1832 um at flyta kirkjuna til Hattarvíkar við teirri grundgeving, at á Kirkju var eingin maður, sum kundi vera verji fyri kirkjuna, og einki tilhald var hjá presti. Hetta tóktist fólkinum løgið, tí longu árið eftir bátsvanlukkuna fluttu 4 mans út á Kirkju at hjálpa og búsettust har, og børnini hjá teimum, ið fórust, vóru nú tilkomin. Eisini verður í fólkateljingini frá 1834 sagt, at Zakaris Michelsen er deknur og skúlalærari á Kirkju.
Mangan havi eg hoyrt sagt frá, at fólkið á Kirkju vóru hørm um hesa avgerð og saknaðu kirkjuna almikið. Tá ið nærum 100 ár vóru liðin, síðani kirkjan var tikin niður og flutt, tók fólkið á Kirkju ítøkilig stig til at byggja nýggja kirkju.
Tað, sum eg haldi er so sermerkt við hesari kirkjubygging, er, at tað gekk ikki eitt ár frá tí byrjað var, til kirkjan var vígd, at nógv arbeiði var sjálvboðið, og at tað vóru fólk á staðnum, sum bæði bygdu og stóðu fyri arbeiðinum. Í bygdini vóru nógvir dugnaligir handverkarar bæði til grót og timburarbeiði. Eisini var fólkagrundarlagið munandi broytt. Tá kirkjan var bygd í 1932 vóru út við 150 fólk í bygdini. ...
18. mai 1933 var ein stórur dagur fyri fólkið á Kirkju. Dagurin upprann við dýrdarveðri, so nógv fólk kom til vígsluna. Bátar komu til bygdina frá morgunstundini av. Smyril kom úr Havn við uml. 100 fólkum, Bjørgvin kom úr Klaksvík, somuleiðis bátar úr Svínoy, Sundi og av Viðareiði.
Í skrúðgonguni gingu amtmaðurin og Jákup Dahl, próstur, á odda. Síðani komu sóknarpresturin fyri Norðoyggjar, Georg Juul Knudsen, seinni Norderø, prestarnir úr Fuglafirði, av Nesi, hjálparpresturin í Havn, løgtingsformaðurin og hinir innbodnu gestirnir.
Jákup Dahl, próstur, vígdi kirkjuna og helt vígslutaluna við støði í 1. Kor. 3, 11: Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.
Sagt verður á Kirkju, at vígslan var tvífald hátíðarlig, tí hon var frá byrjan til enda á móðurmálinum, prædika, sálmar og lestur. Sjálvt teir donsku prestarnir lósu sínar bønir á føroyskum.”
Stórur blíðskapur
Eftir gudstænastuna 2. juni 2008 vórðu øll boðin til døgurða. Borðreitt var við heitum mati og øllum hugsandi viðskera. Veðrið var so gott, at mong fingu sær uppá borðiskin og fóru útum at eta. Tað hjálpti væl, tí ómøguligt var at hýsa øllum til borðs innandura samstundis.
Hvør er fólkakirkjan?
Viðhvørt hugleiða vit um, hvat og hvør fólkakirkjan er. Tað kann sigast nógv skilagott og spennandi um hetta evnið. Og tó staðfesti hesin hátíðardagurin úti á Kirkju, at í fólkakirkjuni er tað neyðugt, at fólkið er virkið. Kærleikin til halgidómin og tann sjálvbodna tænastan, tað er millum annað hetta, ið ger kirkjuna til eina fólkakirkju.
Úti á Kirkju høvdu fólk fyrireikað dagin, áðrenn vit komu í oynna. Tey riggaðu av, eftir at vit vóru farin avstað. Tað er besta aktiv hjá fólkakirkjuni, at vit eiga virkin og trúføst fólk. Spurningurin er áhugaverdur, um tað letur seg gera at vera fólkakirkja uttan tað sjálvbodna arbeiðið?
Kirkjuliðið á Kirkju og fólkið á Fugloynni. Takk fyri ein ógloymandi dag, sjútifimm ára føðingardagin hjá kirkjuni á Kirkju.
Jógvan Fríðriksson, biskupur