Skriva út

Kenn kirkju tína

09.09.2021 Tíðindi
Mynd: Heri J. Joensen

Kenn kirkju tína er heitið á eini røð av fyrilestrum. Talan er um seks dagar við fyrilestrum, einum fyrilestri um hálvárið í trý fylgjandi ár.

Tað fyrsta av hesum seks skeiðum var hildið í Gøtu kirkju 28. august í ár. Talan er um fýra lestrar, ið allir vórðu tiknir upp. Upptøkurnar verða lagdar út á heimasíðuna, so hvørt tær eru skornar til.

Tað eru sóknarprestarnir, ið koma at halda hesar fyrilestrarnar. Heri Jógvan Joensen helt tann fyrsta lesturin við heitinum bíblian, ið nú verður lagdur á heimasíðuna, ella við at trýsta her.

JF