Skriva út

Kenn kirkju tína

13.04.2023 Tíðindi

Leygardagin 6. mai 2023 heldur skeiðið fram í bygaskúlanum í Sørvági. Byrjað verður kl. 12.30.

Hetta er fjórða skeiðið í eini røð av fleiri. Tað eru prestarnir í fólkakirkjuni, sum undirvísa. Tey fyrru skeiðini vóru væl eydnað, og uppmøtingin var góð.

Á hesum sinni undirvísa prestarnir:

  • Játtanarritini - Jonhard Jógvansson
  • Dópurin - Anne Mette Greve Klemensen
  • Altarborðið - Jónsvein Bech
  • Skriftamálið - Hanus á Gørðum

Skeiðið er ætlað kirkjuráðslimum og kirkjutænarum.