Skriva út

Kenn kirkju tína

22.08.2022 Tíðindi

Leygardagin 27. august 2022 heldur skeiðið fram í Fríðrikskirkjuni. Byrjað verður kl. 12.30.

Hetta er triðja skeiðið í eini røð av fleiri. Tað eru prestarnir í fólkakirkjuni, sum undirvísa. Tey bæði fyrru skeiðini vóru væl eydnað, og uppmøtingin var góð.

Á hesum sinni undirvísa prestarnir:

  • Inga Poulsen Dam
  • Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
  • Jóannes Purkhús
  • Hanus Pál Jógvansson

Skeiðið er ætlað kirkjuráðslimum og kirkjutænarum.

JF