Skriva út

Keltisk gudstrúgv

08.05.2012 Tíðindi
Keltisk gudstrúgv

Íslendski presturin Gunntórur Ingason, ið arbeiðir á skrivstovuni hjá biskupi Íslands, vitjaði føroysku fólkakirkjuna í seinastu viku.

Hósdagin var evnisdagur í Vesturkirkjuni, har prestarnir og umsitingin á biskupsskrivstovuni hoyrdu Gunntór Ingason røða um keltiska gudstrúgv.

Keltisk gudfrøði er upptikin av tí góða og vakra. Jesus Kristus er miðdepilin fyri øllum vakurleika og allari gleði. Náttúran og tey smáu børnini avmynda Guðs dýrd og bera fingramerki hansara.
Áhugavert var at hoyra, hvussu jaliga náttúran og skapanarverkið verða umrødd og viðfarin. Jørðin er verk Guðs, og vit eiga sum kristin at fara væl um náttúruna. Umsita tilfeingið burðardygt og skilagott.
At luftin er rein. At vøksturin á markini veksur í reinum umhvørvi. At sjógvurin er reinur, so fiskurin og havsins tilfeingi liva væl og eru sunn føði hjá mannaættini. At grasið er grønt, og kavin hvítur.

Lívsjáttandi var at líða á fyrilestrarnar. Tann keltiska gudstrúgv er bæði einføld og djúptøkin.
Vøkur er signingin, sum kemur úr Írlandi. Prestarnir Meinhard Bjartlíð og Heri Jógvan Joensen umsettu :
“Djúpur friður berist tær í alduskoti
Djúpur friður berist tær í streymandi loti,
djúpur friður berist tær frá tí kvirru jørð,
djúpur friður berist tær frá skínandi himnastjørnum
djúpur friður berist tær frá friðarsyninum góða.
Guds signing veri tín og roynist tær. ”
Orð : JF
Mynd : ANH