Kapellið við Velbastaðvegin liðugt umvælt um tríggjar vikur.
Kapellið við Velbastaðvegin í Havn letur væntandi uppaftur seinast í hesum mánaðinum.
Síðani 6. apríl 2006, hevur kommunan arbeitt við at umvæla kapellið. Byggifelagið Guttesen og Staksberg hevur staðið fyri meginpartinum av arbeiðinum. Meðan umvælingin er farin fram, hevur kapellið verið stongt.
Gamla tekjan, sum var úr aluminium, er skift út við nýggjari tekju úr fløgugróti (skifer). Samstundis er loftið bjálvað av nýggjum. Spírið, sum var rustað fast er sandblást og blaðgull er lagt á kúluna í spírinum. Nú melur spírð so aftur móti ættini.
Veggirnir uttan eru sandblástir og málaðir. Gólvið er umvælt og hiti er lagdur í tað. Hitin kemur úr hitamiðstøðini í nýggja umsitingarbygninginum hjá kirkjugarðinum. Í síðuskipinum er innrættað rúm, har pláss er fyri 2 kistum.
Nýtt ljós og nýggj hoyriútgerð.
Í kórinum hongur ein nýggj Flosljósakrúna. 10 nýggjar lampur av slagnum Thorn Fatamorgana hanga niður úr loftinum. Eisini hevur kapellið fingið nýggja hoyriútgerð. Talan er um hátalarar, hoyrnalykkju og hoyristavar, ið hanga á vegginum við høvuðsdyrnar.
Nýggir beinkir.
Í sambandi við umvælingina, hevur kapellið fingið 32 nýggjar beinkir. Tað er Sverri Heinesen, arkitektur, ið hevur sniðgivið beinkirnar, sum eru úr eik. Á setrunum eru pútur úr svørtum leðri.
Tað eru umleið 200 sitipláss í kapellinum.
Umvælingin kostar 2,5 – 3 mió kr.
Sambært Haraldi Bjørgvin, sum er byggifrøðingur hjá húsaumsitingini í Tórshavnar kommunu, verður kostnaðurin av umvælingini 2,5 – 3 mió. kr.
Múraraarbeiði hevur Regin Joensen av Skipanesi gjørt, og Henning Sørensen hevur gjørt málaraarbeiðið. ELMEK hevur staðið fyri el- arbeiðinum meðan Fokus Elektronik hevur sett upp hoyriútgerðina. Harald Bjørgvin hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, meðan Mikael Viderø, býararkitektur, eisini hevur luttikið í verkætlanini.
Liðugt í 1951.
Kapellið, sum varð liðugt í 1951, er kommunalt og kann brúkast av øllum trúarsamfeløgum til jarðarferðir. Fyrst í sjeytiárunum varð tað umvælt og longt nakað. Tað varð H. C. W. Tórsgarð, arkitektur, sum teknaði kapellið í 1949.
Tummas Napoleon Djurhuus, skald umrøður &