Kaldbaksfólk eru góð við sína kirkju

– Eg haldi, at kaldbaksfólk eru góð við kirkjuna, sigur Petur Nolsøe, ið sjálvur hevur verið klokkari í Kaldbak í 55 ár. – Vit eru heppin, at vit allar tíðir og enn í dag hava so nógv fólk, ið fegin vilja taka eitt tak.
Hilmar Jan Hansen
Sunnudagin hátíðarhildu kaldbaksfólk, at kirkja teirra fylti 190 ár. Fyrst var morgunmatur í borgarahúsinum og so varð farið í kirkju. Hátíðargudstænastuna høvdu sóknarprestarnir, Theodor Eli Dam Olsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, saman við Jógvan Fríðrikssyni, biskupi.
Undir morgunmatarborðhaldinum greiddi Petur Nolsøe frá ymiskum í sambandi við kirkjuna, sum hann hevur kent og gingið í allar sínar dagar. Hann hevur verið klokkari í Kaldbak í eini 55 ár og sitið í kirkjuráðnum síðstu 35 árini.
– Kirkjan er frá 1835, so hon er næstelsti bygningur í bygdini. Einasti bygningur, sum er eldri, eru hesi húsini, vit nú sita í, og her hava forfedrar mínir búleikast í øldir, sigur Petur Nolsøe, sum vísir á, at húsini á Torvlaðnum eru frá 1834 og tí eitt ár eldri enn kirkjan.
Kaldbaks kirkja stendur á sjónskum stað niðan frá Bíggjartanga, so hon í síni tíð sást frá flestu av teimum gomlu býlingunum í bygdini. Kirkjur undan hesari hava staðið har, og í øllum førum hava fornfrøðingar víst á, at kirkjugarður hevur verið har í eini 400 ár.
Gekk seint við málinum
– Gerðabókin, vit enn brúka, er frá 6. januar í 1905, og á henni stendur Kaldbaks Sogn Menighedsraad, ið fevnir um bygdirnar Kaldbak, Kaldbaksbotn og Sund, og tað er Fríðrikur Petersen, próstur, ið hevur skrivað undir. Bókin er tilsamans 112 talmerktar síður, og av hesum eru tær 95 higartil brúktar hesi 120 árini, sigur Petur Nolsøe.
Fyrsta kirkjuráð, sum er nevnt í gerðabókini, sat frá 1. januar í 1906 til 31. desembur í 1910, og tað hevði sín fyrsta fund 12. februar í 1906. Eitt mál, ið javnan var frammi fyrst í farnu øld, var spurningurin um føroyskt mál innan kirkjugátt, og tað var eisini eitt mál, tey høvdu til viðgerðar í Kaldbak á hesum fyrsta fundinum.
– Skotið varð upp, at føroyskar prædikur skuldu haldast í kirkjuni, men kirkjuráðið í Kaldbak skákaði sær undan at taka støðu til málið – ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir. Tað komst óivað av, at Kaldbak tá á døgum var sambandsbygd burturav, og tí var hugurin kanska ikki so stórur at sleppa tí danska til fyrimunar fyri tað føroyska, sigur Petur Nolsøe.
– Ikki fyrr enn í 1938 gekk kirkjuráðið við til, at føroyskt mál eisini kundi brúkast í Kaldbaks kirkju. Jákup Dahl, ið sjálvur var undangongumaður, tá ið umráddi føroyskt mál í kirkjuni, førdi enntá tey fyrstu mongu árini gerðabókina á donskum, og tað var ikki fyrr enn stutt áðrenn Jákup Joensen tók við, at gerðabókin umsíðir varð førd á føroyskum máli.
Viderø fekk ikki rætt
Petur Nolsøe fortelur, at hann sum eini fimm ára gamal sjálvur var í Kaldbaks kirkju á sinni, tá ið Kristian Osvald Viderø helt ta minniligu prædikuna, har hann kolldømdi bæði bygdina og kirkjuklokkuna. Hann hevur enntá sjálvur skrivað um tað í Saga Streymoyar.
– Tá segði hann, at í Kaldbak var eingin framtíð, og at kirkjuklokkan ljóðaði sum ein blikkspann. Tað seinna var ikki heilt skeiv heldur, tí klokkan hjá okkum var tann gamla í Eiðis kirkju, sum klovnaði. Hon varð send til Norra at bøtast, og endaði so her í Kaldbak men fekk ongantíð nakran ordiligan klang aftur, fortelur hann.
– Vit fingu so nýggja kirkjuklokku í 1959, og tá varð tann gamla løgd upp á loftið, har hon bara tók pláss, so vit vildu av við hana. Men vit høvdu ikki loyvi til at geva hana burtur, so kirkjuráðið kom til ta niðurstøðu, at vit skuldu senda hana aftur til Eiðis, har hon tíverri í fyrsta umfari endaði á einum neystalofti. Seinni er hon komin aftur í Eiðis kirkju, haðani vit høvdu fingið hana.
Tá ið Viderø, prestur, tosaði um, at eingin framtíð var í Kaldbak, mundi hann helst sipað til tað, at bygdin hvørki hevði vegasamband ella streym, men seinni fekk hon bæði.
– Streymur kom til bygdina í 1957, og tá kom broyting í, og við honum kom eisini framburður, so spádómurin hjá Viderø gekk ikki út. Haraftrat fingu vit vegasamband til jóla í 1979, so Kaldbak er í dag ein bygd við somu møguleikum sum aðrar bygdir av okkara stødd, sigur Petur Nolsøe.
Bindimaskina og grindaboð
Kirkjan í Kaldbak, sum nú er farin um tey 190 árini, fekk eisini ágóðan av framburðinum, tí í bygdini tóku tey seg saman og skipaðu fyri lutaseðlasølu við góðum vinningum. Millum annað lótu bóndurnir í bygdini hvør sítt lamb til heystar, umframt at aðrir góðir vinningar vóru.
– Ein av hesum vinningunum var ein bindimaskina, ið mostir mín vann. Tann maskina kom veruliga at tæna fyri seg, tí hon bant eina rúgvu av troyggjum við hesi góðum bindimaskinu, og okkurt plagg liggur eftir hana enn, sigur Petur Nolsøe.
– Úrslitið av hesi lutaseðlasøluni var, at vit fingu eina nýggja kirkjuklokku, og eisini fingu vit lagt elekstriskan hita inn í kirkjuna, og blásararnir virka enn. Vit fingu okkum eisini elektriskar perur í ljósakrúnuna, men fornminnismyndugleikarnir kravdu, at tær vórðu tiknar niður aftur. Enn eru elektrisku perurnar ikki komnar í ljósakrúnuna!
At tað kundi vera eitt sindur øðrvísi at vera í kirkju fyri kanska hundrað árum síðani, fortelur ein søga úr Kaldbak eitt sindur um, tí ein sunnudag í kirkjutíð komu grindaboð úr Miðvági.
– Ein partur av monnunum, sum vóru í kirkju, fóru beinanvegin úr kirkjuni fyri at gera seg klárarn at fara til Miðvágs í grind. Men langabbi, sum var deknur, dugdi væl at skyna á veðri og vindi, so hann helt seg hava góða tíð at gera lesturin og gudstænastuna lidna, áðrenn neyðugt var at fara avstað, fortelur Petur.
– Tað skuldi vísa seg, at hann fekk rætt, tí tá ið hann fór avstað við tveimum synum – annar 12 ára gamal og hin 16 – kom hansara kunnleiki til sín rætt. Teir fingu viðrák líka frá Skarvastein, um er beint norðan fyri Hvítanes, og tá ið teir komu suður á Kirkjubønes, fingu teir hinar aftur, sum høvdu brotið gudstænastuna av fyri at sleppa sær avstað í grind í skundi. Allir komu til Miðvágs í øllum góðum og fingu væl av grind við sær heimaftur.

Trúfesti móti kirkjuni
Yvirhøvur hava kaldbaksfólk sýnt síni kirkju stórt trúfesti, og bæði deknar, klokkarar og organistar hava gjøgnum tíðirnar tænt kirkjuni so leingi og væl, at teir hava fingið fortjentsmedalu frá kongshúsinum fyri drúgva og trúgva tænastu.
– Eg haldi, at kaldbaksfólk eru góð við kirkjuna, og sunnudagin, tá ið vit hátíðarhildu 190 ára dagin, mundu eini 80 fólk møta til morgunmatin og nógv fólk var í kirkju, sigur Petur Nolsøe, ið millum annað nevnir núverandi organistin, Johan Restorff Jacobsen, sum enn hongur í, hóast hann er farin um tey 90 árini.
– Eisini vil eg rósa núverandi kirkjuráðsformanni, Rógva Reinert, ið er okkum ein góður formaður. Millum annað hava vit fingið samband niðan í ta nýggju høllina, so fólk kunnu sita har og fáa alt við, tá ið jarðarferð er. Kirkjan tekur bara gott hundrað fólk, og í góðveðri ber til at standa uttanfyri, men nú kunnu fólk sleppa undir tak og hoyra alt, sum fer fram í kirkjuni. Vit eru heppin, at vit allar tíðir og enn í dag hava so nógv fólk, sum eru góð við kirkjuna og fegin vilja taka eitt tak.
Sjálvur fekk Petur seinasta heyst Gullheiðursmerki Tórshavnar Býráðs fyri sína trúføstu tænastu í Kaldbaks kirkju, har hann longu 19 ára gamal byrjaði sum klokkari, men annars hevur avloyst sum deknur og yvirhøvur sýnt kirkjuni stóran áhuga, umframt at vera kirkjuráðslimur.
– Prædikarin sigur so vísiliga, ‟at dansa hevur sína tíð”, ið sipar til, at tú skalt vita, nær tú skalt gevast. Eg havi sitið í kirkjuráðnum síðani 1990, men stilli ikki uppaftur hesaferð, tí eg haldi, at yngri fólk skulu sleppa framat, tí ofta hava tey nýggj og góð hugskot, sigur Petur.
– Eg kanska klári eini tvey ella trý ár aftrat sum klokkari, um heilsan er so nøkulunda, og vónin er, at kanska okkurt av abbabørnunum kann taka við eftir meg. Onkur teirra hevur verið við í torninum, so kanska tað fer at bera til. Vit eru fýra klokkarar, harav sonurin Hans Petur er ein, so tað kundi verið hugaligt, um onkur av yngra ættarliðinum eisini helt seg framat, tí mín tíð fer í øllum førum at styttast.

Í heyst fekk Petur Nolsøe handað Gullheiðursmerki Tórshavnar Býráðs fyri sína trúføstu tænastu í Kaldbaks kirkju. Her er hann avmyndaður saman við sóknarprestunum Bergtóri Hjelm Bjarkhamar og Theodor Eli Dam Olsen.
Mynd: Tórshavnar kommuna