Skriva út

JÓNSVEIN MIKKELSEN HEIÐRAÐUR

12.04.2022 Tíðindi

27. mars var hátíðargudstænasta í Fríðrikskirkjuni. Hetta í sambandi við, at Jónsvein Mikkelsen fekk handað kongaligt heiðurstekin fyri trúgva og drúgva tænastu sum urguleikari í Nes kirkjusókn.

Jónsvein er leirvíkingur og longu sum heilt ungur byrjaði hann at spæla í kirkju. Í 73 ár hevur hann sostatt leikt á kirkjuurgur, nú han mynstraði av tíðliga í 2020. Fleiri av hesum árum í Nes kirkjusókn. T.e. í Nes kirkju og Fríðrikskirkjuni.

Jónsvein Bech hevði formessuna, prestur prædiku og biskupur hevði heilsanina í hesum sambandi. Biskupur nevndi eisini Jonu, konu Jónsveins, sum trúføst hevur stuðlað honum øll hesi árini kirkjutænastu.

Kirkjukórið undir leiðlsu av Mikael J. Heinesen luttók eisini. Jónsvein hevur sungið í Kirkjukórinum í fleiri ár.

Undan gudstænastuni hevði kirkjuráðið boðið kirkjuliðnum til morgunmat.

Sjómanstrúboðarin tók myndirnar henda frálíka várdagin.