Jonhard prædikar á ólavsøku

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika føroyinga. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku. Í ár er tað Jonhard Jógvansson, ið stendur á odda fyri gudstænastuni.
Jonhard varð prestvígdur í dómkirkjuni í Helsingør hin 13. mai 2018. Eitt ár seinni, hin 23. juni 2019, varð hann skipaður í embætið sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, ið fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskála, Oyrarbakka, Oyri, Gjógv og Funning.
Vit ynskja Jonhardi gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.
Biskupur