Skriva út

Jólakrubban í Glyvra kirkju

13.12.2023 Tíðindi
M Jolakrubban 4

Hvørji jól síðani 2012 hevur ein stór jólakrubba prýtt Glyvra kirkju – serliga til gleði fyri børnini, men eisini tey vaksnu. Annan sunnudag í advent er familjugudstænasta, og tá er siður, at krubban fyrstu ferð er at síggja í kirkjuni.

Í adventini og á jólum eru kirkjurnar kring landið pyntaðar. Sum oftast stendur eitt stórt jólatræ frammi í kór, og eisini verður adventskransur hongdur upp, so eitt ljós verður tendrað fyri hvønn sunnudagin í advent. Hetta man vera tað vanliga í flestu kirkjum, men í Glyvra kirkju hava tey síðstu tíggju árini gjørt eitt sindur meira burturúr.

– Kirkjan ognaði sær í 2012 eina jólakrubbu, sum vit síðani hava sett upp, so hon kann síggjast í kirkjuni frá øðrum sunnudegi í advent og til jólini eru farin afturum, sigur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur á Glyvrum, ið týðiliga er fegin um krubbuna, sum eisini er nakað serligt.

Jólakrubban stendur í eystara enda í nýggjara parti av kirkjuni, og hon fyllir tað mesta av vegginum, so stór er hon. Har eru Jesusbarnið í krubbuni, Maria og Jósef, hirðar og vísmenn, kúgv og asni, og teir størstu figurnir eru stórhundrað sentimetrar høgir. Jólakrubban er bygd sum ein pallur við fjósi og ymiskum, ið fríðkar um, so hon hevur ein góðan jóladám yvir sær.

Rúnarbundin børn
Annar sunnudagur í advent var sunnudagin, og tá var familjugudstænastan í Glyvra kirkju, ið var mestsum fullsett. Har vóru bæði børn, foreldur, vaksin og eldri, og gudstænastan var allan vegin ígjøgnum merkt av, at her kundu øll vera við, bæði stór og smá.

Vanliga er sunnudagsskúli í øðrum høli í kirkjuni, meðan gudstænasta er, men henda dagin vóru øll saman. Byrjað og endað varð sum vanligt, har prestur stóð fyri tí liturgiska partinum, men mittasti partin av gudstænastuni var sum sunnudagsskúli við søgu, sangi og gittarspæli afturvið.

Børnini savnaðust framman fyri prædikastólinum, og har vístu Hansa Tróndargjógv og Elly Lind Jóanesarson framúr evni sum søgusigarar. Tær rúnarbundu børnini við eini søgu, ið tók støði í jólaevangeliinum, og hesin parturin endaði so við, at børnini samlaðust framman fyri krubbuni at syngja.

– Eina slíka løtu kunnu vit bara njóta tað góða tilfeingi, vit hava her í kirkjuni, tí tað eru so mong, ið hjálpa til og brúka síni evni hvørja ferð, kirkjuklokkan kallar bæði stór og smá til gudstænastu, sigur Meinhard Bjartalíð. Henda partin av gudstænastuni kundi hann sita miðskeiðis í kirkjuskipinum sum vanligt kirkjufólk og njóta tað, ið fór fram.

Kjarnin í jólahøgtíðini
Síðani jólakrubban kom í 2012, hevur hon sett sín dám á adventina og jólahalguna í Glyvra kirkju, og prestur vísir á, at tað í grundini er ein elligamal siður heilt afturi frá fornkirkjuni at hava jólakrubbu. Krubban gongur eisini aftur sum evni í fleiri av jólasálmunum, vit syngja hvørji jól.

– Tá ið vit fingu hesar figurarnar úr Italia, haðani jólakrubbusiðurin hevur breitt seg upp ígjøgnum alt Europa, heittu vit á Edward Fuglø, listamann, um at tekna og sniðgeva pallin, sum er karmur um krubbuna. Góðar, lokalar kreftir hava smíðað og sett alt saman, so krubban tekur seg so væl út, sum hon ger, sigur Meinhard Bjartalíð.

– Endamálið við jólakrubbuni er jú at gera jólaevangeliið sjónligt, og at gera tað ítøkiligt og nærverandi, bæði hjá børnum og vaksnum, samstundis sum ljós verður varpað á kjarnan í jólahøgtíðini. Ella, sum vit so vakurt syngja í einum av jólasálmunum: ‟O, fara vit við stillum sinn’ sum hirðarnir til barnið inn.”

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen