Skriva út

Jólakonsert í Vesturkirkjuni

08.12.2023 Tíðindi

Sunnukvøldið 10.12. kl. 19.30 verður jólakonsert í Vesturkirkjuni við Tórshavnar Manskóri, sum í ár hevur boðið Fuglafjarðar Sangkóri við sum gestakór.

Sum altíð er skráin fjølbroytt og fevnir um sakralverk, nýggj verk, klassikarar og sjálvandi eisini sangir og sálmar, ið hoyra jólunum til.

Bjarni Restorff og Sámal Matras stjórna Tórshavnar Manskóri, meðan Heðin Kambsdal stjórnar Fuglafjaðar Sangkóri.

Verið vælkomin