Skriva út
Jólagudstænastur í Jyllandi
23.11.2009 Tíðindi

Jólagudstænastur í Jyllandi
Nú er aftur tíðin komin til tær árligu føroysku jólagudstænasturnar í Jyllandi. Hesar verða í Sønderborg, Holstebro og Århus.
Sum vanligt er, verða nakrar føroyskar jólagudstænastur í Jyllandi í november og desember mánaði. Tann fyrsta verður leygardagin 28. november klokkan 16 í Sankt Marie Kirke, Kirke Alle 6 í Sønderborg. Síðani verður næsta jólagudstænastan leygardagin 5. desember klokkan 14 í Ellebæk Kirke, Beethovensvej 22 í Holstebro. Til seinast verður gudstænasta sunnudagin 6. desember í Århus. Tað er enn ikki greitt akkurát hvat klokkan, henda gudstænastan verður, ella í hvørjari kirkju, hon verður í.
Talan er um vanligar jólagudstænastur við jólaevangelii, sálmum, bønum og góðum felagsskapi. Eftir gudstænasturnar verður boðið til okkurt leskiligt til matna, har ið ríkur møguleiki er at hitta aðrar føroyingar og fólk við tilknýti til Føroya.
Bergur Jacobsen aftur úr sjúkrafarloyvi
Tað er vanliga føroyski presturin í Danmark, sum er virkandi prestur til hesar føroysku jólagudstænasturnar í Jyllandi. Bergur Jacobsen byrjaði aftur sum føroyskur prestur í Keypmannahavn 1. november, eftir 14 mánaðar í sjúkrafarloyvi, men í ár verður tað tó Derhard Olsen, sum skal virka sum prestur til hesar tríggjar gudstænasturnar. Men eftir traditiónini verður jólagudstænasta annan jóladag í Samuelskirkjuni, har tað tá verður Bergur Jacobsen, sum virkar sum prestur. Fylgið við á www.samuelskirkjan.dk, hvat ið hendir í og umkring føroyska fólkakirkjuliga arbeiðið hjá Samuelskirkjuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin til jólagudstænasturnar umkring í Danmark.
DO
Onnur tíðindi