Skriva út

Jólagudstænastur í Jyllandi

10.11.2008 Tíðindi
Jólagudstænastur í Jyllandi

Føroyski presturin í Keypmannahavn hevur tríggjar jólagudstænastur í Jyllandi, nú vit so smátt nærkast jólahøgtíðini. Tann fyrsta verður 29. november í Sønderborg, tann næsta 30. november í Århus og tann triðja 14. desember í Esbjerg.

Føroyski presturin í Keypmannahavn, Derhard Olsen, er fyrst og fremst virkin í Samuelskirkjuni á Nørrebro. Tað er í hesari kirkjuni føroyskar gudstænastur eru hvønn fyrsta og hvønn triðja sunnudag í mánaðinum. Umframt gudstænasturnar koma bæði sjúklingahotellið hjá føroyingunum, Hotel Tórshavn, og vitjunartænastan á Ríkissjúkrahúsinum høgt í raðfestingini. So eru nakrar jarðarferðir, nakrir dópar og nakrar vígslur av og á, sum presturin eisini tekur sær av. Men sum ein fastan part av starvinum hjá føroyska prestinum í Keypmannahavn eru gudstænastur umkring í Danmark. Serliga er talan um jólagudstænastur á føroyskum, sum føroyski presturin verður bjóðaður at taka lut í.

Í ár skal føroyski presturin virka til tríggjar jólagudstænastur í Jyllandi. Tann fyrsta verður 29. november klokkan 16 í Sankt Marie Kirke á Kirke Allé í Sønderborg. Henda gudstænastan verður ein vanlig jólagudstænasta við jólasálmum, jólaevangelium og øðrum. Tann næsta verður 30. november klokkan 14.30 í Ravnsbjergkirken, sum liggur í Grøfthøjparken 1, 8260 Viby J. í Århus. Gudstænastan verður ein vanlig jólagudstænasta við einum sanginnslagi. Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa, møguleiki verður at senda jólaheilsur til Føroyar og dansað verður um jólatræ. Jólamenninir koma sjálvandi eisini. Triðja jólagudstænastan verður 14. desember klokkan 14 í Gjesing Kirke, sum liggur á Ulvevej 110, 6715 Esbjerg N. Henda gudstænastan verður eisini ein vanlig jólagudstænasta.

Tað búgva føroyingar stórt sæð alla staðni í Danmark. Tað man nokk gleða fleystu av okkum at kunna koma til jólagudstænastur og møta øðrum føroyingum har. Nú er so møguleikin hjá føroyingum í og umkring Sønderborg, Århus og Esbjerg at koma til jólagudstænastur í november og desember. Verið vælkomin! Tað verður sjálvandi eisini møguligt hjá føroyingum í og umkring Keypmannahavn at koma til jólagudstænastu í Samuelskirkjuni. Hon verður annan jóladag klokkan 14, har ið Húsakórið luttekur. Øll eru sjálvandi eisini vælkomin til hesa jólagudstænastuna.