Jólagudstænasta í Sønderborg

29. november var føroysk jólagudstænasta í Sankt Maria Kirke í Sønderborg. Nakað av føroyingum vóru komnir til gudstænastuna og til samveruna eftir gudstænastuna, har ið borðreitt var við føroyskum mati og føroyskum hugna.
Nógvir føroyingar í Danmark kenna væl til, at tað vísir seg at vera føroyingar alla staðni, har ið ein kemur og ferðast. Sønderborg er ikki eitt undantak hesum viðvíkjandi. Føroyski presturin í Danmark varð møttur í tokstatiónini í Sønderborg av einum føroyingin, sum kallast Dagfinnur Hammer.
- Jú, nógvir føroyingar búðu í Sønderborg frá fyrst í 90'unum og fram til aldarskiftið, men nú eru fleiri av teimum fluttir aftur til Føroyar ella aðra staðni í Danmark og uttanlands, sigur Dagfinnur, sum so beinasamur var komin at taka ímóti presti.
Á veg heim til hansara nevndi hann, at føroyingafelagið í Sønderborg savnast javnan og tað altíð er nakað serligt, tá ið tann árliga føroyska jólagudstænastan er. Eftir ein bita og ein kaffimunn fóru vit oman – tað eru nevniliga bakkar í Sønderborg – í kirkjuna, har ið føroyska jólagudstænastan skuldi vera. Hetta var Sankt Maria Kirkjan, sum liggur sentralt í Sønderborg heilt tætt við gongugøtina.
Nakað av føroyingum høvdu funnið sær vegin til gudstænastu og tað var ein hugnalig løta í kirkjuni. Jólaevangeliið varð lisið, nakrir jólasálmar vóru sungnir og nøkur orð vóru søgd um, hvat ið jólahøgtíðin veruliga er.
Eftir gudstænastuna savnaðust øll til ein nátturðabita eitt sindur frá kirkjuni. Tað var stak hugnaligt. Tað er nakað stórt yvir tað, at savnast sum føroyingar um føroyskan mat. Og nær er tað meira passandi, enn eftir eina jólagudstænastu? Fólk vóru blíð og prátingarsom. Tað var tíðiligt at síggja, at hetta var nakað, sum føroyingarnir høvdu glett seg til.
Løtan kom at einum enda, og Dagfinnur var so beinasamur aftur at koyra prestin til tokstatiónina.
- Tað var deiligt, at tú kundi koma at vitja okkum her suðuri í Danmark, sigur Dagfinnur, og kom nú so gott heim aftur. Nú gleða vit okkum til næstu jólagudstænastuna og samveruna tá.
Sankta Maria Kirke er nevniliga longu bíløgd til føroyska jólagudstænastu næsta ár.