Skriva út
Jólagudstænasta í London
22.12.2010 Tíðindi

5. desember var jólagudstænasta fyri føroyingar og avvarandi í Donsku kirkjuni í London. Uni Næs, dómpróstur, prædikaði.
Í nøkur ár hevur Føroyska fólkakirkjan havt eina skipan við føroyskum gudstænastum í London í samstarvi við Donsku kirkjuna og føroyingar, sum búgva í London. Gudstænasturnar eru tvær ferðir um árið: fyrsta sunnudag í juni og fyrsta sunnudag í desember.
Henda sunnudagin, 2. sunnudag í advent, vóru 30 føroyingar savnaðir til gudstænastu.
Hjá summum verður lagt nógv fyri at koma til gudstænastuna. Onkur skuldi koyra í nakrar tímar. Veðrið var ikki av tí besta henda dagin – kavaódn herjaði, so nøkur settust aftur.
Áðrenn gudstænastan byrjaði, var morgunmatarborð í hugnaligu hølunum hjá kirkjuni. Dúgliga varð prátað. Elsti føroyingur, sum var í kirkju, var 90 ár og yngsti 8 vikur! Hugaligt at vera saman við føroyingum undir slíkum umstøðum í einum stórbýi, har onkur av teimum sum var komin í kirkju, hevði búð í London í 70 ár. Nøkur eru fastbúgvandi. Onnur arbeiða styttri ella longri tíðarskeið í býnum ella eru í lestrarørindum, og uppaftur onnur eru, sum hava ættarsamband til Føroyar, og sum fegin vilja hitta føroyingar fyri at røkja føroyska samleikan!
Gudstænastan er eitt gott høvi hjá føroyingum í London at hittast.
Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein kaffimunn.
Tøkk skulu tit hava í nevndini, sum skipaðu fyri góðu og friðsomu løtuni í kirkjuni og hugnaligu samveruni fyri og eftir gudstænastuna.
Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár!
Danska kirkjan í London heldur til í
4 St Katharine's Precinct
London NW1 4HH
Tel. 020 7935 7584
mail@danskekirke.org
www.danskekirk.org
Onnur tíðindi