Skriva út

Jól eru kærleikshátíð best

24.12.2023 Tíðindi

Jólaaftan

Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vóru ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.” Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Gudi og søgdu: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!”

(Luk 2, 1-14).

Mikkjal á Ryggi yrkti um jóltíðir í 1912 vakra og kenda jólasálmin “Tað sótu seyðamenn á vakt” við íblástri úr jólaevangeliinum. Hóast tað er jólaevangeliið, ið hann endurgevur í sálminum, eru náttúrumyndirnar føroyskar. Jólaevangeliið hevur fingið føroyskan dám. Skaldið yrkir: “Ei lamb í líðum spælir”. “Í dølum valdar dimma nátt” og “Tá lýsir bjart um fjallagrein”. Christian Matras tekur til einastaðni: “Gudstrúgv sína letur Mikkjal í sálmum sínum fáa mál í føroyskum myndum, sum gera hitt alheimsliga heimastatt í hvørjari føroyskari bygd”.

Í hesum sambandi er vert at nevna eina áhugaverda sending, ið var at hoyra í útvarpinum fyri jól eitt árið, har ein heimildarmaður greiddi frá eini ferð eftir jólatorvi á útoyggj í uppvøkstri sínum sum smádrongur, og har einasta viðførið var ein leypur á bakinum og ein lummalykt í hondini.

Børnini fóru í myrkri eftir jólatorvi. Tað vóru eini tjúgu børn, ið savnaðust uppi á Váli í Svínoy. Gingið var fyrst eystur á portur, men tá ið komið var út um bøgarðarnar, út í hagan, byrjaði hin mest hugnaligi parturin av túrinum, tí tá fóru børnini at syngja jólasálmar, teir góðu og gomlu jólasálmarnar. Sungið varð alla tíðini meðan gingið var eystur eftir. Tað var stilt, og einki óljóð var at hoyra meðan gingið varð gjøgnum hagan hetta kvøldið. Tað einasta, ið hoyrdist, vóru hesir vøkru jólasálmarnir, ið børnini sungu, og so allar lyktirnar, ið vóru at síggja í haganum, og tað var bæði hugnaligt og jólaligt. Í mínum hugaheimi, sigur heimildarmaðurin, kann tað ikki gerast meira jólaligt, enn tá ið vit eitt sovorðið kvøld gingu inn í Djúpadal, meðan vit sungu “Tað sótu seyðamenn á vakt”. Tá var tað líkasum ein sá fyri sær seyðamennirnar, har teir sótu á vakt á Betlehems fløtum. Eins og vit syngja, so var tað rættiliga stilt á Betlehemsfløtuni hesa náttina:

sjálvt varnir hundar durva smátt,

í dølum valdar dimma nátt,

um heimin Harrans friður.

Soleiðis kendist tað eisini, tá ið vit fóru syngjandi gjøgnum Djúpadal. Tað var nakað heilt serligt. Gingið varð eystur á Fugloyarháls. So vóru torvhúsini at enda funnin. Jólatorvið varð ætlað at baka við til jóla, og at hava tað heitt og fjálgt um jólini, endar heimildamaðurin við at siga.

Jólini eru av sonnum ein heit og fjálg hátíð. Hetta ber ikki minst jólaaftan boð um. Jólaaftan stendur sum kunnigt ikki einsamallur, tí undan honum eru dagar, ið av sonnum eru merktir av jóladámi. Nógv er gjørt burturúr bæði innandura og uttandura við tí fyri eyga at skapa rætta jólahugnan. Tað er vakurt pyntað allar staðir, og  tað angar av nýbakaðum og krásum undir lonini.

Tær mongu fyrireikingarnar til jóla eru nú lidnar. Tað eru tey, ið vórðu liðug í góðari tíð, og tað eru tey, sum hava runnið líka til nú meðan lurtað hevur verið eftir jólaheilsum frá útisetum og jólafjarritum frá skipum.

Jólatræið er pyntað, og jólagávurnar, ið vit geva hvør øðrum, eru komnar undir træið at liggja í øllum góðum. Seinni í kvøld verður pakkað upp og eyðkenda jólapappírið sløðist í stovunum. Síðani verður dansað um jólatræið, bæði børn og vaksin, ung og eldri hond í hond og lið um lið. Hetta er sjálv ímyndin av at jólini eru tann stóra familjuhátíðin. Tí jólaaftan og um jólini er familjan savnað, og tey, sum búleikast í útlondum, eru komin heim at halda jól saman við sínum kæru. Sálmaskaldið hevur rætt:

Jól eru kærleikshátíð best.

Brasiliski rithøvundurin, Paulo Coelho, hevur skrivað eina bók, ið kallast “Alkymisturin”. Hon snýr seg um unga dreingin, spaniólan Santiago, ið var seyðamaður. Hann helt vanliga til undir einum morberjatræið í eini kirkjutoft. Hann hevði eitt ynski, um at ferðast út í heim. Tvær ferðir hevði hann droymt um ein dýrgrip, ið lá fjaldur tætt við pýramidurnar í Egyptalandi.

Santiago fór avstað, kom umsíðir til Egyptalands, og fór at grava eftir dýrgripinum. Hann gróv og gróv, men fann onki. Einaferð komu nakrir ránsmenn fram við, og teir fóru at gera gjøldur við honum. Tá helt ein ránsmaður fyri, at hann hevði eisini droymt tvær ferðir um ein dýrgrip, ið lá fjaldur tætt við eitt morberjatræ í eini kirkjutoft, og hann ætlaði sær ikki at leita eftir honum.

Santiago fór aftur til heimland sítt. Helt leiðina til kirkjutoftina og fór at grava tætt við morberjatræið. Har fann hann eina kistu fulla av sponskum gullmyntum og gimsteinum. Har fann hann fjalda dýrgripin.

Á jólum liggur dýrgripurin fjaldur í tí heimliga, í nærveruni saman við okkara kæru, og í tí at vit koma hvør øðrum við á serstakan hátt.

Tá ið hetta er sagt, má leggjast afturat, at jólini nema við so nógvar streingir í sinninum. Tey, ið eru glað, gerast ovurglað á jólum. Tey, ið syrgja og sakna ein kæran, kenna størri sorg og sakn um jólini, tí at tað vantar ein við borðið. Og tey, ið eru einsamøll, kenna seg enn meira einsamøll á jólum nú familjurnar eru savnaðar. Jólini rúma øllum hesum, ið er við til, at gera tey bæði eym og kensluborin. Skaldið Hans Andrias Djurhuus sigur tað so væl:

Jólaklokkan víða ber,

jólaboðið blíða.

Og hann heldur fram:

Stillist sorg og grøðist mein;

lívgast kenslur góðar.

Eins og undan farin ár hava vit leitað okkum í kirkju jólaaftan. Eingi jól uttan kirkjugongd. Eingi jól uttan góðu og gomlu jólasálmarnar, vøkru jólaløgini og alkenda jólaevangeliið. Jólaevangeliið, ið er sjálvt grundarlagið undir jólunum, kærleiks -og gleðihátíðini miklu.

Nú jólasølulýsingarnar á skíggja og í bløðum langt síðani eru gloymdar, og jólapappírið um skamma stund verður beint burtur, er tað vónandi eitt, ið verður verandi og varðveitir sín ljóma, jólaevangliið, ið fyrst varð boðað hirðunum, og nú verður boðað okkum og veitir  halgiró og hugarró. Evangeliið um sveinin, Jesus Krist, frelsara heimsins, føddan í fjósi, ið kom við tí fyri eyga at gera forløg okkara til síni, og at standa okkum við lið í lívsins skiftandi leiki og veita okkum sín frið í øllum lívsins meldri.

Hesin jólanna friður eigur at kveikja ljós í sál og sinni og skapa nýggjar og bjartar vónir, bæði hjá tí einstaka, familjuni og samfelagnum øllum, ja, sanna jólagleði.

Í jólasálminum “Tað sótu seyðamenn at vakt” hjá Mikkjal á Ryggi er jólaevangeliið klætt í føroyskan búna. Her verður hitt alheimsliga  heimastatt í hvørjari føroyskari bygd. Tí er jólaboðskapurin okkum ikki fremmandur men heimligur.

Takk fái fyri jólaboð,

tú einglaherur ljósi!

Takk, Gud, sum elskar okkum so!

Takk, barnið føtt í fjósi!

So lítillátin, Harri mín,

tú vart, - um heim nú heiður tín

ótaldar tungur bera.

Gleðilig jól!

Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur