Skriva út

Jógvan Fríðriksson nýggjur biskupur

02.11.2007 Tíðindi
Annað umfar av bispavalinum var mikudagin 31. oktober 2007; nú stóð valið millum Jógvan Fríðriksson, sóknarprest á Gjaranesi og Jákup Reinert Hansen, sóknarprest á Sandi. Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur vann valið við 250 atkvøðum; 367 atkvøður vóru tilsamans.
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur  fekk 116 atkvøður.

Bispavígsla verður sunnudagin 25. november í Dómkirkjuni í Tórshavn, har Hans Jákup Joensen fráfarandi biskupur vígir Jógvan Fríðriksson . Til bispavígsluna vera eisini  biskuppar úr hinum Norðanlondunum.

Jógvan Fríðriksson byrjar í nýggja starvinum 1. december.