Skriva út

Jóannes prædikar á ólavsøku

13.06.2025 Tíðindi
Purkhús mynd.jpg

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika føroyinga. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki. Røðini fylgjast, men umskarast ikki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku. Í ár er tað Jóannes Purkhús, ið stendur á odda fyri gudstænastuni.

Jóannes varð prestvígdur hin 1. mai 2015, tá hann eisini tók við kallinum sum sóknarprestur Eystan Múla, ið fevnir um kirkjusóknirnar Viðareiði, Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík. Umframt at røkja embætið sum sóknarprestur hevur Jóannes síðan 2019 verið dokataralesandi í Nýggja Testamenti við lærda háskúlan í Münster í Týsklandi. Hetta granskingararbeiðið er nú komið væl áleiðis, og verður doktararitgerðin eftir ætlan latin inn í heyst.

Vit ynskja Jóannesi gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.

Biskupur