Skriva út

Jesus og kristindómurin gera ikki mun á kvinnu ella manni

08.03.2018 Tíðindi

Í dag er 08. mars – altjóða kvinnudagurin, og vit fegnast um, at kvinnur hava verið til, sum hava varpað ljós á skeivleikar og hava verið við at bøtt um kor hjá kvinnum. Tað, sum er sjálvsagdur rættur í dag, var óhugsandi fyri fáum ættarliðum síðani.
Men hvussu við Halgubók?

Jesus og síðani kristindómurin lítilsmeta á ongan hátt kvinnuna – heldur tvørturímóti. Bæði í gamla og nýggja testamenti lesa vit um kvinnur, sum høvdu ein lyklaleiklut í síni samtíð, sum livdu eitt virðiligt lív og settu síni spor.

Av og á verður róð uppundir, at javnstøða og kristindómur eru andsagnir; at kristindómurin er forboð og boð, at hann skal fjøtra menniskjað, helst kvinnuna. Sagt verður, at kvinnur gerast til skuggar av sínum monnum, eru onkisigandi og tamar, at tað eru mennirnir, sum seta út í kortið og standa við stýrisvøl, og at kristni siðaarvurin er ein forðing fyri frælsinum hjá kvinnuni.

Í Aldingarðinum evnaði Guð menniskjað og blásti Sín lívsanda í tað. Sum mann og konu skapti Hann tey – sum tvey menniskju við sama virði, men hvør sínum kyni, sum tvey mannabørn.
Guð evnaði mannin og sá, at tað var ikki gott hjá manninum at vera einsamallur, og evnaði Hann so kvinnuna. Ætlanin var, at tey skuldu vera hjálparar hvør hjá øðrum. Gera lívið liviligt hvørt fyri annað. Hebráiska orðið fyri “medhjálp” verður eisini nýtt, tá ið Guð kemur mannabørnunum til hjálpar, ella tá ið jarðiskir kongar hjálpa hvørjum øðrum. Tað vil siga, at í orðinum “vera honum til hjálpar” lá ongin kynsmeting ella at kvinnan skuldi træla undir manninum, men heldur at tey skuldu komplementera hvørt annað.

Tey vóru, sum tað eitur á hebráiskum, issj og issja – maður og kona.

Og Hann skapti tey í Sínari mynd, við sama virði og umsorgan. Onki varð tilskilað, at annar munur var á teimum enn tann kynsligi. Tey fingu eisini ávísar uppgávur: at nørast og fjølgast, dyrka lendið, hava ræðið á fugli, fiski og fenaði og at fara væl um alt skapanarverkið. Og Guð vælsignaði tey.

Í Gamla Testamenti eru so sera nógvar ymiskar kvinnur, sum hava ymiskar leiklutir. Tíðarkarmurin í Gamla Testamenti er eisini sera stórur. Samfelagið er eitt patriarkalskt samfelag, har tað er maðurin, sum setur út í kortið, og kvinnur og børn eru ogn hjá manninum. Uppgávan hjá kvinnuni var at føða børn, helst synir, sum kundu føra ættina víðari, og at halda hús. Eitt er, hvat stendur skrivað í lógini, og hvat er fyriskipað. Annað er, tá ið vit lesa, hvussu hesar kvinnurnar hava livað, og hvat tær hava gjørt. Tey 10 boðini hava eisini verið galdandi tá, sum siga “æra faðir OG móður”. Og gjøgnum alt testamentið hevur orðið mamma/kvinna eitt jaligt virði. Kvinnurnar, vit lesa um, verða lýstar sum skilagóðar, klókar, vakrar, djarvar, snigfundigar og tølandi. Hásongurin syngur sera erotiskt um kvinnuna, tær eru profetar, tær eru dómarar, drotningar og veldigir herleiðarar.
Tær gera, hvat tær kunnu, á tí plássi tær eru og í tí ávísu støðu, tær eru føddar. Tær bjarga lívi, hava umsorgan og hava við sínum gerðum stóra ávirkan á fólk og samfelagið, tær búgva í. Tær hava havt ávirkan á umhvørvið, sum allar tær mongu søgurnar í skriftini siga frá.

Men hvussu hava tær havt tað? Hvat hava Sára, Rebekka, Deborah og allar hinar hildið um sína støðu? Munnu tær hava evnað slíkar spurningar, sum vit halda, at tær eiga at hava spurt?
Hava tær verið ófrælsar? Og ófrælsar í mun til hvat?

Vit kunnu í dag við okkara eygum halda, at hesar kvinnur hava verið skerdir fuglar, tí vit lesa okkara kvinnumynd anno 2018 inn yvir tær. Vit megna ikki at hugmynda okkum teirra gleði ella teirra sorg, teirra samgleði, kensluna at sampakka ella av tvørrandi harmoni. Slíkt er ómøguligt hjá okkum í dag at kanna og meta um, tí ófrælsi og kúgan eru subjektivar kenslur. Til ber ikki at geva einum frælsi, sum ikki kennir seg ófrælsan! Hevur tú ikki nakað annað og betri at seta í staðin, so fáa fólk samleikaloysi. Vit mugu skilja teirra heilt serstøku støðu, teirra søguliga karm – alt annað gevur skeiva mynd.

Og tað er kanska júst hetta, sum vit síggja í dag, og sum als ikki ber til. At lesa nágreiniliga Skriftina inn yvir alt í okkara tíð. Mangt hevur ævigt virði, men havast má í huga tíð, stað og søguligar karmar, so mann eisini nýtir vit og skil, sum mann jú hevur fingið til tað sama. Annars kundu mannabørnini øll bara veri marionetdukkur, sum hingu í bondum og høvdu ongan meining um nakað.

Bíbilsku kvinnurnar eru ikki ómælandi menniskju, sum lata sær alt lynda, men tær geva seg til kennar í samfelagnum, bæði verðsliga og átrúnaðarliga. Kvinnurnar í Gamla Testamenti eru spennandi, øðrvísi og umboða alla viftuna av ymsum kvinnulagnum, bæði tá ið gongur við og tá ið tað gongur ímóti. Og hóast vit í dag møguliga halda, at tær vórðu kúgaðar, so kunnu tær hava livað eitt virðiligt kvinnulív.

Men felags fyri allar er, at tær torga broddi ímót og eru djarvar. Tær hava sett síni týðiligu merki í søguna:móðirin, dómarin, frillan, skøkjan, drotningin og profeturin. Móses og systir hansara Miriam vóru saman um at leiða fólkið úr Egyptalandi. Profeturin Deborah leiddi fólkið. Jael var eitt sera djarvt og óttaleyst menniskja. Kvinnurnar vóru eisini við til at byggja Tabernaklið í oyðimørkini og offraðu har. Og tá ið menninir vildu venda aftur til kjøtgrýturnar í Egyptalandi, settu kvinnurnar hart móti hørðum. Tær vunnu, og tey náddu frælsið.

Tað ber illa til at gera endaliga og rættvísa niðurstøðu úr skriftini um, hvussu kvinnurnar hava havt tað. Tí tað eru ymisk kvinnusýni – um vit vilja – sum til ber at lesa í Gamla Testamenti. Tíðarkarmurin er eisini so stórur, men tær, sum vit hoyra um, hava verið djarvar og sterkar og hava dugað at nýtt tíð og umstøðurnar á besta hátt. Men ilt er at siga, um henda myndin er galdandi fyri tær flestu í mun til tær fáu. Hesar, sum til ber at lesa um, hava verið sjónligar í orðum og verkum í samfelagnum, tær livdu í.

Eitt er, hvat Gamla Testamentið sigur, og sum er skrivað ígjøgnum fleiri hundrað ár. Annað er, tá ið vit koma til Nýggja Testamentið, og Jesus verður borin í heim. Tá hendir ein stór broyting.

Nú eru tað ikki frásagnir um sterkar, snildar og klókar kvinnur. Nú lesa vit (nærum sum í samtíðarskriving) um, hvussu Jesus samskiftir við kvinnuna. Tað eru individuel prát – samrøður millum kvinnurnar og Jesus í ymiskum umstøðum. Við, rundanum og í ferðalagnum við Jesusi eru kvinnur. Og tað er nakað, sum fólkið undrast stórliga á. Onkursvegna fær mann kensluna av, at kvinnurnar saman við Jesusi eru meiri frælsar. Tær “sleppa” at “loyva “ sær at vera tær, tær eru. Tí tað er nóg gott! Ver tann, tú ert! Tú og eg eru mannabørn.

Jesus metir kvinnurnar at vera sínar vinir, sínar líkar. Og hann tosar ongantíð niðrandi ella á annan hátt neiligt um ella við kvinnuna. Eitt dømi um hetta er søgan um systkini Martu, Mariu og Lazarus, sum vóru vinir Jesusar. Einaferð, Jesus kemur inn til teirra, setur Maria seg við Jesu føtur at lurta - ein støða, sum annars var reserverað monnum - meðan Marta stákast og rokast í køkinum. Hon ilskast inn á systurina, kanska tí hon heldur tað ikki vera rætt, at hon situr við Jesu føtur og lurtar, tí hon eins og Maria veit, at tað bert vóru menn, sum “sótu við Gamaliels føtur” og lærdu, lurtaðu og mintust aftur, hvat sagt varð. Maria setur seg tí á staðið, sum kvinnur ikki sótu, og átekur sær leiklutin sum lurtandi og lærandi.

Marta er húsmamman – aldargamla mamman, sum skal matgera. Men Jesus góðtekur, at Maria setist at lurta og sigur Mariu hava valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni!
Hon hevði ein rætt sum menniskja at gera av, um hon vildi lurta ella ikki. Hon var fræls við frælsum vilja at gera av, hvat hon sjálv vildi. Tað, Hann hevði at siga, var ikki bert fyri menn, men fyri menniskju øll. Jesus er nýhugsandi og brýtur valdið hjá farisearum at gera av, hvør skal lurta og ikki. Hann ger tað legitimt, at Maria lurtar, lærir og tekur við.

Hann samrøður við kvinnur um átrúnaðarlig evni. Hann tosar við heidna kvinnu, sum menninir rundan um Hann als ikki skilja, at Hann ger. Tá ið kvinnurnar koma við børnum sínum so Jesus kann signa tey, tá kveistra lærusveinarnir tær burtur, men Jesus finst at teimum og letur tey koma til Sín. Hann lærir tær, Hann grøðir kvinnuna við blóðsóttini, og tá ið Jesus vekir upp Lazarus, er fyrsta menniskjað, sum trýr, at Jesus er Guðs sonur, ein kvinna. Tey, sum stóðu við krossin til tann beiska enda, vóru kvinnur. Og síðsta, Jesus gjørdi, áðrenn Hann gav upp andan, var at biðja Jóhannes taka sær av mammu síni. Tey, sum fyrst sóu tómu grøvina og hin upprisna Jesus, vóru kvinnur, og Hann sendir tær til lærusveinarnar at siga frá, at Hann er upprisin.

Myndin, vit fáa av støðuni hjá kvinnunum út frá tekstunum, er, at Jesus, og seinni eisini kristindómurin, á ongan hátt lítilsmetti kvinnuna – heldur tvørturímóti. Við sínum atburði ella medferð revurderaði Hann kvinnusýnið – hann breyt niður múrar.

Vit lesa, at kvinnurnar í Gamla Testamenti noyddust at vísa snildi og flog, tí tíðin helt teimum niðri, men støðan hjá kvinnuni verður nú blástemplað av Jesusi. Somuleiðis at tað er sjálvsagdur rættur, at kvinna og maður eru bæði eins menniskju, og at tað er ikki tað ytra, sum ræður, men hjartað. Hvussu ert tú? Og hvussu bert tú teg at sum menniskja í tí tímiligu støðu, tú ert í? Hóast hetta, so kunnu vit ikki seta nakað javnstøðustríð í samband við Jesus – tað hoyrir okkara tíð til.

Soleiðis kunnu vit tí siga, at boðskapurin um, at Jesus var deyður, men risin upp aftur og varð livandi, hesin boðskapur, sum Paulus og hinir lærusveinarnir boðaðu, henda frælsisboðskap, vóru tað nakrar kvinnur, sum søgdu teimum, tí Jesus fortaldi hann fyrst nøkrum kvinnum!

Hví verður so, sum øldirnar fara, munur gjørdur á kynunum, tá ið tað kemur til at boða? Kanska tí, at kirkjusøgan upp ígjøgnum tíðina er skrivað av monnum? Og at kvinnuligi leikluturin í kristniboðanini tí verður niðurtónaður í mun til mannin, orsakað av mannligu høvundunum?
Men hetta er ikki orsakað av kristnini.