Skriva út

- Jamen, lítil børn duga ikki at syngja

09.12.2022 Tíðindi
Vøggusangur gevur nakað til børnini og foreldur teirra. (savnsmynd)

”Børnini skilja sjálvandi ikki orðini í sálmunum. Men har er kortini nakað, sum verður goymt í sál og sinni, og sum tey seinni í lívinum kunnu kenna aftur”.

Vøggusangur – grein 2: - Eg havi altíð sungið nógv fyri henni heima við hús, bæði nú, men eisini tá eg gekk við henni.

Soleiðis segði ein av mammunum, sum var møtt upp tann eina dagin, tá tiltakið ”Vøggusangur” enn einaferð var fyriskipað í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Henda dagin vóru 12 mammur og børn teirra møtt til hetta spennandi tiltakið. Semja var somuleiðis um, at hetta var nakað sum teimum øllum dámdu væl. Sum mamman tók til: - Jú, eg haldi at hon tímir hetta, og lurtar ordiliga væl eftir sanginum.

Hetta er eitt tiltak, sum í Danmark hevur nógv ár á baki, og sum her í Christianskirkjuni byrjaði í 2014. Her verður  greitt nærri frá upprunanum til vøggusangin.

Sagt verður, at hugskotið er genialt, tí tað samantvinnar tær stóru og vøkru kirkjurnar við góða ljóðið í kirkjuni. Kirkjurnar høvdu annars staðið tómar og mammurnar gingu einsamallar heima. Her fáa tær møguleika bæði at møta kirkjuni og hinum mammunum.

Kanska hesar báðar greinarnar kunnu eggja fleiri kirkjum at fara undir eitt slíkt tiltak sum vøggusang. Børnini tykjast í øllum førum at vera glað um tað.

Gott fyri dóttrina
Ein fríggjamorgun í apríl mánaði í 2019 vitjaði umboð fyri heimasíðuna vøggusangin í Christianskirkjuni, har 12 mammur vóru savnaðar saman við børnum sínum. Mitt ímillum tær sat fyriskiparin, Jóhanna Johannessen, sum eisini er urguleikari í kirkjuni.

Vit hittu her eina av mammunum, sum var her á triðja sinni saman við dóttur síni, Ronju. Og tað skiltist, at møðgurnar báðar vóru sera fegnar um hetta tilboðið. Tí, sum mamman tók til: - Hetta er gott fyri dóttrina.

Ein orsøk fyri at luttaka her var fyri at fáa dóttrina inn í kirkjuna. Hon var enn nakað lítil at fara í sunnudagsskúla, men hetta var so ein góð byrjan fyri tær báðar.

- Við einum slíkum tiltaki vóni eg eisini, at hon so líðandi fer at kenna seg trygga her í kirkjuni, greiddi mamman frá.

Hóast Ronja bert var nakrar fáar mánaðir gomul, tá samrøðan var gjørt, so helt mamman kortini, at henni dámdi væl at lurta eftir tónleiki.

- Her í Christianskirkjuni fær hon nógvan og góðan sang, tónleik og rørslur. Og vit mugu heldur ikki gloyma tann sosiala partin, tá vit báðar soleiðis eru saman við øðrum mammum og pinkubørnum teirra, vísti mamman á.

Skifta blæu
Tað var tann tíð, tá mong flentu eftir teimum, sum byrjaðu vøggusangin í Danmark.
Hetta hendi í 2002, tá ein prestur og professari skutu upp at bjóða foreldrum og børnum teirra til sálmasang í kirkjuni.

Tá var støðan í Danmark hon, at tað at syngja og dansa við barni sínum í kirkjurúminum, og tað at skifta blæu og geva bróst á einum kirkjubeinki, var púrasta óhugsandi. Bæði í kirkjuni, og ikki minst uttanfyri hana, vóru fólk ymisk á máli um hetta nýggja arbeiðið millum foreldur og børn teirra.
Ja, tað vóru enntá tey sum ivaðust stórliga í, um eitt barn, sum bert er fáar mánaðir gamalt, dugdi at syngja.

Fáar mánaðir seinni frættist kortini, at nú vóru fleiri av kendu sálmunum útskrivaðir júst fyri børn. Og samstundis fingu fleiri og fleiri kirkjur eyguni upp fyri, hvussu gott tað var fyri børn og foreldur teirra at koma saman til eina hugnaliga løtu. Tað gingu nøkur ár, áðrenn hetta serstaka tiltakið eisini kom til Føroyar, og er nú á skrá í fleiri av kirkjum okkara.

Goyma í sál og sinni
Orsøkin til hesa framgongdina skal helst síggjast í ljósinum av, at júst sangur er eitt sum merkir samskiftið millum foreldrini og barnið heima við hús:
Tá vit troysta eitt barn, verður sungið; tá vit leggja eitt barn at sova, verður sungið ella murrað. Og skulu vit hava eina góða løtu saman við einum barni, ja so verður eisini sungið.

- Børnini skilja sjálvandi ikki orðini í sálmunum. Men har er kortini nakað, sum verður goymt í sál og sinni, og sum tey seinni í lívinum kunnu kenna aftur, vísir Inge Marstal á.

Inge, sum bæði er prestur og retorikkari veit, hvat hon tosar um, tí tað var júst hon, sum var ein teirra, ið byrjaði vøggusangin í Danmark fyri 20 árum síðani.

Sum nevnt, vóru tað kortini fleiri, ið ivaðust í gagninum av hesum tiltaki. Men musikkpedagogar eru kortini rættiliga samdir um, at børnunum dáma væl, tá mamman ella pápin syngja, tí barnið merkir hin vaksna uppá ein annan máta.

Undir sanginum vibrerar tað í kroppinum. Her er tað nærveran, sum ger munin, og henda kenslan kemur av álvara til sín rætt í kirkjurúminum.

Gloyma ikki rúmið
Inge Marstal bar ótta fyri, at teir góðu og gomlu sálmarnir skuldu hvørva. Kann vera, at børnini ikki skilja øll orðini, men tað skapar kortini ein heim í fantasi.
- Sálmarnir hava eina dygd, sum eigur at verða goymd, óansæð um teir eru skrivaðir fyri 400 árum síðani, ella um tað var í gjár. Eg eri fegin um at kunna lata upp hetta rúmið fyri børnunum.

- Hetta er eitt rúm, ið tey aldrin fara at gloyma, og sum tey til deyðadag sín kunnu fara inn í sum nakað heilt serstakt, sigur hon.

Og hon leggur at enda í hesi greinini aftrat:
- Hugskotið byggir á, at bæði børn og vaksin hava ikki bert brúk fyri mati í lívinum.

Foreldrini hugsa um, hvat fer í munnin á børnunum. Men tað hevur eisini týdning, hvat fer inn í oyruni á teimum.

- Trúgvin kemur av tí, sum verður hoyrt. Og her kann júst sangurin – um nakað annað –  lata sinnið upp fyri hesum.

 - - -
Hetta er seinna greinin um vøggusang í hesum umfarinum. Fyrra greinin ”Ljósið og ljóðið tala til børnini” kann lesast við at trýsta her.