Skriva út

Jalig umtala

03.05.2010 Tíðindi
Jalig umtala


Fólkakirkjan byggir í sínum bygnaði á fólkaræði. Tað er týdningarmikið, at álitisfólk kirkjunnar verða kunnað um øll viðurskifti av almennum áhuga. Opinleiki og gjøgnumskygni tryggja, at kirkjufólk kunnu hava álit á skipanini. Opinleiki og dagførd vitan gera tað óneyðugt at halda og gita. Vitanin ger tað møguligt at broyta nøkur óheppin viðurskifti, áðrenn skaðin er hendur.

Við skiftandi millumbili setir fólkakirkjan dagsskránna í fjølmiðlunum. Viðhvørt eru tað viðurskifti, ið geva neiligt afturljóð. Vit, ið vara av kirkjuni - leiðsla, prestar, kirkjuráðslimir og onnur – hava lyndi at fara í eina verjustøðu við tað sama. Tað er menniskjansligt. Hinvegin er tað skilagott, at vit bæði lurta eftir og í ávísan mun taka við læru av fjølmiðlunum. Vit, ið vara av kirkjuni, kunnu ivaleyst gera eitthvørt betur. Tað er hættisligt at hugsa, at vit eru útlærd.

Fjølmiðlarnir veita eisini fólkakirkjuni stóra rúmd í jaligari skriving og vóngóðum sendingum í loftmiðlunum. Leiðslan í fólkakirkjuni ynskir eitt jaligt samstarv við fjølmiðlarnar, bæði tá talan er um rís og rós.

Leygardagin 1. mai 2010 var skeið fyri kirkjuráðslimum. Skeiðið var á Hotel Føroyum. Á skránni var kunning um arbeiðið og lógarverkið, ið nemur kirkju og kirkjuráð. Uppmøtingin var stór. 240 kirkjuráðslimir úr øllum landinum møttu til fundar.

Lagið var gott og umstøðurnar góðar. Kærleikin til kirkjuna var felagsnevnarin. Sjálvandi eru vit nakað ymisk á máli frá einum evni til annað. So eigur at vera í stórari mannfjøld. Fólkakirkjan er sum ein vanligur tvørskurður av føroyska samfelagnum. Ymisk sjónarmið.

Kærleikin til fedranna kirkju er felags fyri allar kirkjuráðslimir. Vit ynskja kirkjuni góð og livilig kor. Tað er okkara felags mál og stevna.

Eins týdningarmikið tað er at seta orð á tað, ið ikki er gott, eins týdningarmikið er tað at staðfesta tað góða. Vit, ið vara av kirkjuni, skulu marknaðarføra kirkjuna. Neyðugt er at siga tað góða. Annars er vandi fyri, at vit einans hoyra tað, ið krevur bata.

Alt mítt lív havi eg hoyrt somu lýsingar fyri somu vørum. Dag um dag somu vørur á skíggjanum. Er tað neyðugt at lýsa og marknaðarføra tað, ið selur væl?

Ja, tað er neyðugt, at staðfesta tað, ið er gott! Annars viknar dygdin, tí hon verður tikin sum ein sjálvfylgja. Tað sjálvsagda er einans sjálvsagt eina ávísa tí. Góðska og umtala fremur drúgva livitíð.

Fari at nevna fimm umráðir, har fólkakirkjan er sterk og góð. Kundi nevnt ein langan lista, men avmarkingin er hóskilig og á ein hátt tilvildarlig.

1) Ein vøkur jarðarferð. Ein virðiligur karmur um ta seinastu ferðina. Rúmið, talan, sálmarnir og løgini. Ein tignarligur karmur um lívsins evsta mark. Sorg, saknur, friður, - og vón.
2) Ein heilt vanligan sunnudag alt árið runt hava vit møguleikan at fara í kirkju. Trúfastir tænarar røkja tænastuna sum deknur, klokkari og urguleikari. Vit hava eina skipan, ið virkar.
3) Vit eiga kirkjur og bønhús, har nærløgd fólk við trúfesti fara um og røkja halgidómin. Tað er ein frægd at síggja fólksins kærleika til kirkjuna.
4) Prestar við góðari og hollari útbúgvin røkja kallið sum hirðar. Tær flestu prædikurnar eru góðar og yvir miðal. Og so løturnar, tá tey smáu verða borin til dópin. Lívsjáttandi.
5) Evangeliið um Jesus Krist, Harran og frelsaran. Tey heilagu sakramentini. Orðið, baðið og borðið.

Jalig umtala av fólkakirkjuni. Tað er okkara felags uppgáva. Vit mega aftur og aftur staðfesta og siga, at tað er nógv gott í fólkakirkjuni.

Ístaðin fyri at fara í verjustøðu, skulu vit lurta eftir øllum kritikki, gerast klók og taka við læru. Eyðvitað kann eitthvørt gerast enn betur.

Men, tað er sanniliga nógv gott í fólkakirkjuni. Latum okkum seta orð á dygdina og umtala hana millum manna, tí kirkjan er á staðnum, - altíð.

JF.