Skriva út

Jákup Kass in memoriam.

27.05.2013 Tíðindi

Fríggjadagin eftir Krists himmalsferðardag, hin 10. mai andaðist Jákup Kass, fyrrv. sóknarprestur á Nesi, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í Runavík, 88 ára gamalur.
   
Jákup var av góðum bergi brotin. Hann var elsta barn hjá Bartali og Sannu Johansen úti í Kass á Strondum. Sanna æt Lamhauge sum gentunavn og var ættað úr Lamba. Bartal var av Strondum, kendur skipari og heimamissiónsmaður. Tey áttu 11 børn. Tvíburðarbeiggin hjá Jákupi, doyði sum pinkulítil, bara 4 dagar gamal, systkinnaflokkurin bleiv sostatt  5 dreingir og 5 gentur.

Mangur á Skálafjørðinum man minnast, tá ið Bartal legði frá landi við “Austerlitz” og fór siglandi út eftir fjørðinum við merkinum og dúgvuflagginum á stong. Bartal talaði ofta á møtum og gjørdi ongantíð leingi av. Hann var stuttur og greiður bæði í talu og vitnisburði sínum.

Jákup fór handilsvegin og lærdi á Niels Brock í Keypmannahavn og í London. Heimkomin stýrdi Jákup fyritøkuna hjá pápanum á Strondum.

Í starvinum gjørdi Jákup mangan túrin við maskinbáti til Havnar. Á eini heimferð var hann áhaldsin og fór fyri borð. Einsamallur á báti, ið sigldi við  ferð, eydnaðist tað honum at fáa fatur í róðurlínuna fyri síðani við egnari megi at taka seg upp aftur upp í bátin, ið síðani sigldi inn á Strendur, sum var einki hent. Á hesi ferð, eins og lívinum sum heild, helt Harrin hond sína yvir Jákupi.

Eftir áheitan frá Esmari Fuglø fór Jákup fyrst í 60’unum í starv hjá Esso og gjørdist stjóri har í 1971.  Jákup og Anna fluttu til Havnar í 1966 og bygdu hús á Lútzenstrøð.

Jákup hevði stóran tokka til Ísrael og var fleiri ferðir ferðaleiðari saman við farbróðurinum Adrian Johansen í Ísrael og síðani sjálvur saman við føroyskum ferðaløgum.

Sum tann álitismaður hann var, kom Jákup í nógvar nevndir. Hann var eisini við Birgiri Danielsen á fiskasøluferð bæði í Italiu, eystanfyri og vestanfyri, stinnur sum hann var í enskum máli.
Heilt frá ungum árum stóð hugurin hjá Jákupi til prestatænastu. Tá hann síðani kendi kallið til hesa tænastu í seinna helmingi av 70’unum, fór hann at lesa til prest. Um hetta mundi var komin ein serskipan, ið gav møguleika til at taka hesa útbúgving við heimalestri. Ejvind Vilhelm, varabiskupur, var lestrar­vegleiðari hjá Jákupi, sum í 1980 hevði lokið prógv, og var settur í starv sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi.

Í Nes prestagjaldi var eitt sera stórt virksemi bæði í kirkjum og missiónshúsum, og boð vóru alla tíðina eftir Jákupi, ið ongantíð bar seg undan. Jákup var dámligur maður, dugdi sera væl at tala og var altíð beinasamur. Eisini lág tað honum á sinni at vitja sóknarbørnini í prestagjaldinum. Umframt hetta varð Jákup nógv eftirspurdur bæði norðanfyri og sunnanfyri.

Sum virkandi nevndarlimur í heimamissiónini gjørdist Jákup seinni formaður, og var tað í hansara formanstíð, at Heimamissiónin varð yvirtikin á føroyskar hendur og loysti fíggjarliga, men ikki andaliga frá donsku heimamissiónini.

Eitt av høvuðsmálunum í hesum tíðarskeiði var Leguhúsið í Nesvík. Jákup legði nógva orku í at fáa eitt hús, sum gav góðar umstøður til savnandi andaligt virksemið. Eg sat tá sum landsstýrismaður í byggimálum, og var tað í góðum samstarvi, at byggistuðul og neyðug loyvir vóru avgreidd. Jákup untist at síggja ávøksturin av hesum arbeiði og frøddist yvir tað blómandi virksemið, sum hevur verið og er í húsinum.

Jákup sat sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi frá 01.07.1980, til hann fór frá fyri aldur 30.11.1994.

Fráfarin fluttu Anna og Jákup aftur til heimbygdina og búsettust í barnaheiminum hjá Annu úti í Trøðni á Strondum. Her untist teimum nógv góð og friðsæl ár. Anna doyði av krabbameini  28. juli 2011.

Eftir at heilsan av álvara var farin at bila seint í 2011 fekk Jákup pláss á røktarheiminum í Runavík. Her treivst hann væl, lat sera væl at røktini og tí stóru umsorgan starvsfólkið vísti honum. Jákup gjørdist eisini sálarhirði fyri nógv av búfólkunum.

Jákup hevði eisini tey bestu viðurskifti við fólk í øðrum trúarbólkum eitt nú við fólk í brøðrasamkomuni. Meg minnist einaferð, eg vitjaði Jákup á Klakksvíkar sjúkrahúsi, at eisini tveir av oddamonnunum í brøðrasamkomuni í Klakksvík samstundis vóru og vitjaði hann. Áðrenn teir fóru, bóðu teir Jákup biðja eina bøn, og hann eftirlíkaði.
   
Jákup og Anna áttu 4 børn. Súsanna, ið var næstelst, doyði sum pinkulítil, bara 3 mánaðar gomul. Eftir sita Marjan, Bartal og Karin. Abbabørnini eru 8 í tali og  langabbabørnini 10.
 
Tað er styttri enn 3 mánaðir, síðan yngsti beiggin Ernst knappliga varð sjúkur og doyði, stutt eftir fór Hanne og nú Jákup. Allir fingu teir gott í beinið og tóktust vera sterkir sum fjallið, men sjálvt hin sterkasti má lúta fyri deyðanum. Tíðina hava vit bara til láns.  

Nú Jákup legði frá landi á seinasta sinni, hevði hann sama fasta takið á róðurlínuni. Tað fekk hann sum ungur maður á møtum suðuri í Vági. Hesa línu hevur Jákup trúgvur hildið fast í, og nú verður tað Frelsarin sjálvur, sum dregur hann upp til sín í bátin og leggur at landi í teimum himmalsku strondunum.
 
Her vilja vit í takksemi lýsa frið yvir minnið um Jákup Kass!

npd