Skriva út
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvøroyri
20.04.2026 Tíðindi

Á felags kirkjuráðsfundi 14. apríl 2026 innstillaðu kirkjuráðini i Suðuroyar norðara prestagjaldi Jákup Erlingsson Petersen í embætið sum kirkjubókaførandi sóknarprest við sæti á Tvøroyri.
Nú er innstillingin staðfest, og landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Jákup sum sóknarprest í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Jákup varð prestvígdur í januar 2018, tá ið hann gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Í september 2019 tók hann við kallinum sum kirkjubókaførandi sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.
Jákup byrjar í nýggja embætinum tann 1. august. Roknast kann við innsetingargudstænastu, tá ið farið er um hálvan august.
Onnur tíðindi