Skriva út

Ívar Iversen fagnaður í Kvívíkar kirkju gamlaárskvøld 2010.

03.01.2011 Tíðindi
Ívar Iversen fagnaður í Kvívíkar kirkju gamlaárskvøld 2010.

Gamlaárskvøld kl. 17 var hugnalig gudstænasta í Kvívíkar kirkju. Skótarnir lósu inngangs- og útgangsbønina. Tey tendraðu ljós og lósu tekstir, ið vóru góðar áheitanir um at geva lívi næstans gætur. Ein vøkur og fjálg løta.

Sóknarpresturin prædikaði um navnið Jesus, navn frelsarans. Hann nam við týdningin, ið navnið hevur. Vit eru menniskju við hvør sínum navni. Vit eru ikki tøl, - eru ikki einans eitt tal millum mong onnur tøl.

Í eini talu á kórsgáttini segði biskupur millum annað soleiðis við Ívar :

“Hennara hátign, Drotningin, letur tær hesa viðurkenning - “fortjenstmedaljen i sølv” - fyri drúgva og trúgva tænastu sum urguleikari í Kvívíkar kirkju. Kirkjuliðið sigur á hendan hátt takk, og innstillingin til Drotningina við fylgjandi áheitan um viðurkenning er tøkk á høgum støði.

Kirkjuliðið virðismetir kallið sum kirkjutænari. Hjá Ívari er tænastan útint við urguna. Í álvara og skemti kann verða sagt, at bæði prestur og kirkjuliðið hava sæð upp til Ívar, har hann so trúfastur sat við urguna á loftinum.

Ein kirkjutænari livir við í fólksins gerandisdegi bæði í gleði og sorg. Vanligar sunnudagar og løtur við frægd og gleði um dóp og brúðarvígslu. Og aðrar løtur, tá eygu ikki síggja klárt, og tárini renna og hjartað grætur. Tænarin gjørdi tænastu í halgidóminum, var á staðnum, tí staði har navn Guðs býr og hjarta hansara valdi sær ævinligan bústað.

Ívar hevur verið virkin í kirkjuni í Kvívík í mong Harrans ár. Uttan at fara í smálutir kunnu vit nevna nakað av tí, ið hann hevur verið ein partur av .

• Ívar var um fermingaraldur, tá hann spakuliga byrjaði tænastu sína sum kirkjutænari. Hann gekk í fedranna spor, so tænastan í kirkjuni var honum ikki fremmand.

• Í desember rundaði Ívar tey áttati, so mangt er at minnast aftur á, tá hugt verður gjøgnum lívsins glugga. Og í dag sat Ívar við urguna, nú vit sungu sálmarnar.

• Ívar er væl kendur í hesi tænastu. Vit kunnu t.d. nevna bæði Vesturkirkjuna og kirkjuna í Kaldbak. Vit kunnu nevna Lágargarð og Hvíldarheimið.

• Harafturat hevur Ívar sungið fyri líki í yvir 40 ár.

• Í aðrar mátar er Ívar væl kendur í tí almenna rúminum sum útvarpsmaður. Hansara vakra føroyska mál klæddi væl røddina.

Góði Ívar! Saman við kirkjuliðnum her í Kvívík takka vit hjartaliga fyri tænastu tína Guði til heiðurs og menniskjum til signingar. Vit ynskja tær og konu tíni og tykkara kæru Harrans ríku signing.

Vegna Drotningina vil eg síðani handa tær medaljuna og eitt skreytblað, ið fylgir við.

Hjartaliga tillukku við viðurkenningini og takk fyri tænastuna.

Orð: JF
Mynd: Jens Kristian Vang