Skriva út

Ítrótturin og kirkjan

29.05.2009 Tíðindi
Ítrótturin og kirkjan

Leygarkvøldið hin 23. mai 2009 skipaði Ítróttarsamband Føroya fyri tiltakinum Ítróttarnátt.
Í hesum sambandi varð eisini hildin ein ítróttarguðstænasta sama kvøld í Miðvágs kirkju.

Ítróttur hevur sum skipað ítriv og felagsskapur, tað fólk vita um, djúpar røtur heilt aftur í forna Grikkaland. Eisini Paulus brúkar myndamál úr ítrótti og leiki, og leggur afturat, at okkara kroppur er tempul Krists.
Í prædikuni, sum Theodor Eli Dam Olsen, prestur, helt, varð dentur lagdur á, at ein sunn sál hoyrir heima í einum sunnum likami.
Inkarnatiónin, sum merkir at Guð varð menniskja, innibar m.a., at tað guddómmiliga fann sær bústað í tí likamliga. Hetta er gott at vita, tá lívsins dystur er harður, og ein eigur at leggja sær í geyma, at týdningarmikið er at luttaka og vera ein stuðul hjá sínum feløgum á vøllinum. Týdningarmikið, at vær leikum fagurt. At fair play altíð er í hásæti. Lívið er ein gáva, sum verður størri av at býta hana við onnur, og tí er tað, at hugsa um onnur – okkara minstu brøður – eisini at hugsa um Guð sjálvan, sum gav okkum bæði kropp og sál.
Ítróttarkappingar fara ofta fram sunnu- og halgidagar. Hvíludagurin var til fyri menniskjunnar skuld. Tað er tí at vóna, at kirkjan og ítróttur framyvir kunnu samstarva, so rúmd verður fyri báðum.