Skriva út
Íslendska kirkjan nýggja leiðslu
02.07.2012 Tíðindi

Fyri eini viku síðani fingu íslendingar nýggjan biskup. Dagurin var søguligur, tí nýggi biskupurin, Agnes M. Sigurðardóttir, er fyrsti kvinnuligi biskupurin í Íslandi.
Í Tjóðkirkju Íslands eru tríggir biskupar. Biskupurin í Reykjavík stjórnar kirkjuni, og harafturat eru tveir vígslubiskupar. Tann eini er í Skálholti, og hin er á Hólum.
Ein vígslubiskupur hevur serligar fyrisitingarligar uppgávur innan sítt landafrøðiliga øki. Skipanin tryggjar, at íslendska kirkjan megnar at víga ein nýggjan biskup, um tað skuldi hent, at biskupur Íslands fær hóttafall og verður óvirkin.
Seinasta heyst tók nýggjur biskupur við kallinum í Skálholti. Tað var Kristjan Valur Ingólfsson, ið áður var sóknarprestur m.a. á Tingvøllum. Kristjan Valur er væl kendur fyri sínar sálmar. Kvøldsangurin í Hallgrímskirkjuni kvøldið fyri biskupsvígsluna bar dám av nýggjum sálmum, nútíðar sniði og latínamerikanskum tónum.
Tað nýggja sniðið – sálmaskaldskapur og lagasmíð - gevur íslendsku kirkjuni ein viðkomandi dám. Tað er ein samanrenning millum tað søguliga kenda og tað nýggja rákið. Yngra ættarliðinum hóvar hetta væl, og hjá eini livandi kirkju ræður tað um at endurnýggja seg. Røtur aftur í tíðina, siðvenja og traditión, og samstundis dirvi at hugsa nýtt og vera ein viðkomandi kirkja í nútíðini.
Sum áður nevnt er Agnes fyrsta kvinnan, ið er kosin biskupur í íslendsku kirkjuni. Men longu 12. august í ár, fær hon ein kvinnuligan starvsfelaga, tá Solveig Lára Guðmundsdóttir verður vígd til tænastu sum vígslubiskupur á Hólum. Hon kemur at avloysa Jón A. Baldvinsson, vígslubiskup.
Føroyska fólkakirkjan hevur eitt gott samstarv við íslendsku kirkjuna. Vit hava nógv at læra av íslendingum, nú vit so smátt fara inn í eitt millumtjóða kirkjuligt samstarv. Vit kunnu nevna trinni umráðir : a) Eitt bíbliufelag eftir altjóða leisti, b) limaskapur í heimsráðnum hjá teim luthersku kirkjunum, c) Porvoo, ið er eitt kirkjuligt samstarv við anglikansku kirkjuna.
Nýliga fráfarni biskupur Íslands, Karl Sigurðbjørnsson, hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði bæði innlendis og í millumtjóða samstarvi, serliga innan Porvoo. Tann danska fólkakirkjan, ið nýliga er vorðin partur av Porvoo felagsskapinum, hevur fingið dyggan stuðul frá íslendsku kirkjuni á leiðini fram til limaskap. Karl biskupur hevur umboðað norðurlendsku fólkakirkjunar í Porvoo.
Allir tríggir biskuparnir í Íslandi nýggir, so tað er eitt stórt umskifti. Við tøkk fyri ríkar løtur í farnari tíð, hyggja vit við treysti fram til gott og gevandi samstarv við brøðratjóð og frændur várar.
Óneyðugt er at nevna, at søguliga eru sterk bond millum føroysku og donsku fólkakirkjuna. Hetta er ein ríkur arvur, ið vit eiga at lívga og halda við líka, og samstarvið er avbera gott.
Men tað svitast ikki, tykist mær, at tað er gott fyri føroysku fólkakirkjuna, at vit hava góð viðurskifti við bæði danir og íslendingar. Talan er um eina samanrenning av mentan, kristindómi og verkligum bondum, ið ríka okkara egna førning og styrkir okkara sjálvsfatan.
JF.
Onnur tíðindi