Skriva út
Íslendsk vitjan
08.05.2012 Tíðindi

Í seinastu viku hevði fólkakirkjan vitjan úr Íslandi. Gunntórur Ingason, ið er prestur og arbeiðir á skrivstovuni hjá biskupi Íslands, vitjaði í Føroyum saman við konuni, Tórhild, ið eisini er prestur.
Ferðin var liður í samstarvinum millum tjóðkirkju Íslands og fólkakirkjuna. Føroya Stiftsstjórn var fyri hálvum øðrum ári síðani í Íslandi og setti seg inn í tey kirkjuligu viðurskiftini. Síðani tá hava føroyskir prestar verið á skúlanum í Skálholti og tikið lut í skeiðvirksemi innan kirkju og gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Reykjavík.
Fakligt samskifti tvørtur um landamørk er sterkari, um persónlig bond verða knýtt. Tað eru persónar og andlit, ið bera alt samstarv og alla samvinnu. Tess vegna er neyðugt at vitja hvønn annan, tosa saman og læra hvør av øðrum.
Í løtuni henda stórar broytingar í íslendsku kirkjuni. Búskaparkreppan setur krøv til bygnaðin og virksemi. Tveir av trimum biskupum hava valt at leggja frá sær og geva yngri prestum møguleikan til nýggjar avbjóðingar. Nývaldi biskupur Íslands, Agnes Sigurðardóttir, verður vígd í Reykjavík 24. juni. Í heyst verður nýggjur biskupur á Hólum.
Síðani fólkakirkjan kom á føroyskar hendur, hava vit havt avbera gott samstarv og samskifti við nú fráfarandi biskupin í Reykjavík, Karl Sigurbjørnsson. Ein lærurík tíð hjá undirritaða.
Ferðin hjá Gunntóri og Tórhild staðfestir gott vinalag, ið hyggur afturá farnar dagar við tøkk og lítur frameftir við vón um gott stev og arbeiðslag landanna millum. Kirkjan og kirkjulig vinabond mega røkjast við persónligum samskifti.
Orð : JF
Mynd : ANH
Onnur tíðindi