Skriva út
Íslandsferðin
27.04.2012 Tíðindi

So upprann dagurin, ið vit høvdu bíðað eftir í spenningi. 33 fólk stóðu klár á flogvøllinum í Vágunum, klár at fara eina vikuskiftisferð til Reykjavíkar. Talan var um ta árligu útferðina, ið vit hava gjørt nú fýra ár á rað við teimum, sum savnast til hugnaløtu í Christianskirkjuni fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði.
Fyrsta árið var farið til Tórshavn, síðani Vestmanna, í fjør til Suðuroyar og í ár til Reykjavíkar. Tað vóru Hanus á Gørðum og frú, ið vóru ferðaleiðarar. Flogferðin gekk væl. Tað fyrsta, ið møtti okkum, var ein skýleysur himmal; sólin sá. Bussur stóð fyri okkum og koyrdi okkum til sjómansheimið Ørkina, har fyristøðuhjúnini, Hans Mikal og Sólfríð í Mittúni, bjóðaðu okkum vælkomin. Vit fingu okkara kømur; nøkur valdu at hvíla seg, meðan onnur løgdu til stroks í keypssentrini.
Klokkan 19.00 var nátturðin klárur; tað var Sylvia, systir navnframa, Elis Poulsen, ið stóð fyri matinum. Kvøldið endaði við sangi og andakt. Leygardagurin var tann stóri útferðardagurin. Bussur stóð fyri okkum kl.9.00. Bøn varð biðin og sálmurin – Faðir, fylg mær henda dag – sungin, áðrenn ferðin byrjaði. Sólin skein, og lagið var gott á fólki.
Fyrst varð steðgað í Hverðagerði, har vit í einum keypsentri sóu eina stóra sprungu í gólvinum, sum glas er lagt útyvir, eftir ein jarðskjálvta. Síðani lá leiðin til Gullfoss og Geysir. At síggja Guds stóra skapanarverk í alskyns sjónarvinklum; tann stórbæra náttúran, tær víðu víddir, har tey høgu fjøllini alla tíðina vóru fjarlagt frá okkum. Tey komu okkum ikki nær. At síggja Gullfoss við síni miklu ferð og megi, tá rann mær í huga sálmin hjá Fríðrikki Petersen - Tíðin rennur sum steymur í á. Við Geysir høvdu vit næsta steðg. Tað var eisini hugvekjandi at síggja, hvussu jørðin kókaði og síggja, hvussu Strokkur goysti 5. hvønn minutt. Dagsferðin endaði við Tingvøllir, og vit hoyrdu eitt sindur um søguna handan henda stað.
Á veg aftur til Ørkina sungu vit av øllum kreftum góðar, kendar andligar sangir. Kl.19.00 var festmáltíð við trimum rættum. Væl smakkaði. Síðani var andakt, og eftir tað var Føroya Fólks sangbók leitað fram. Hýrurin var góður. Ymisk spøl vórðu spæld, og góðar skemtisøgur sagdar. Karmarnir á Ørkini vóru avbera góðir.
Sunnudagin vóru vit til gudstænastu í tí vøkru Hallgrímskirkjuni. Nógv fólk vóru savnað har. Prædikað varð um tann góða hirðan. Eftir eina tignarliga løtu, har vit eisini vóru til Harrans borð, fór fylgið í ymsar ættir.
Nøkur valdu at fáa sær kirkjukaffi í vøkru matstovuni í Perluni, ið liggur høgt við góðum og vøkrum útsýni yvir Reykjavík. Onnur fóru í Hørpuna, tað nýggja operahúsið, og upp aftur onnur vitjaðu sjósavnið.
Kl.15.00 ringdu kirkjuklokkurnar í Háteigskirkjuni til føroyska gudstænastu. Vit savnaðust saman við øðrum føroyingum, sum eru búsettir í Íslandi. Tað var ein góð løtu, ið vit høvdu saman. Síðani vórðu øll boðin til kaffi og eitt væl dekkað køkuborð niðri á Ørkini. Sunnudagurin var góður og gekk skjótt. Mánadagurin upprann, og vit skuldu heimaftur til Føroyar. Flogferðin gekk væl, og vit søgdu hvørjum øðrum farvæl. Ein ferð var komin at enda, ein ferð við ríkum og minniligum upplivingum.
Hanus á Gørðum
Onnur tíðindi