Skriva út

Integrasjónsprestembætið og landsstýriskvinnan

05.04.2024 Tíðindi
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kirkjumálum

Tann 21. mars 2024 fekk biskupur eitt skriv frá landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg. Eitt hugaligt skriv, ið vísti tørvin á og týdningin av tænastu prestanna við atliti at teimum íbúgvum, sum hava annan uppruna enn føroyskan.

Landsstýriskvinnan vísti á, at tørvurin á hesi prestaligu tænastuni var og fór at vera stórur. Væntast kann at alt fleiri, ið ikki hava føroyskan uppruna, koma at seta búgv í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið.

Landsstýriskvinnan boðaði frá, at um kirkjan metti, at tíðin var búgvin til eitt  integrasjónsprestaembæti, vildi hon arbeiða við málinum.

Hetta var eitt hugaligt skriv at lesa. Biskupur hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at kirkjan er sinnað at fara undir eina tilgongd, so vit vónandi hava prest á hesum týdningarmikla øki innan alt ov drúgva tíð.

Í tvey ár røkti Marjun Lómaklett hesa tænastuna sum eina royndarverkætlan. Royndartíðin staðfesti tørvin á tænastuni. Hetta var ein góð tíð til gleði fyri mong. Marjun Lómaklett legði úr hondum ein avbera góðan gerning við fakligum kunnleika og nærveru.

Tað er gleðiligt, at fólkakirkjan fær enn eitt serprestaembæti sett á stovn. Farið verður undir tilgongdina at søkja eftir presti so skjótt, leisturin er funnin, og tey formligu loyvini eru komin uppá pláss.