Skriva út

Innbjóðing til kirkjuráðslimir og prestar

31.08.2025 Tíðindi
FFK Búmerki

Í sambandi við at Felagið fyri Kirkjuráðslimir fyllir 30 ár týsdagin 23. september, vilja vit bjóða øllum kirkjuráðslimum og prestum til føðingardagshald í Argja kirkju.

Ætlanin er at byrja við andakt og at hava eina hugnaløtu aftaná við smyrjibreyði og kransakøkustykkjum.

Tilmelding
Neyðugt er við tilmelding, so til ber at vita, hvussu nógvur matur skal gerast. 
Vinaliga sigið frá í seinasta lagið 17. september hjá Dagbjørt. Ó Hansen, forkvinnu á t-posti:doh@email.fo

Sí skránna her.

Vegna Felagið fyri kirkjuráðslimir

Dagbjørt Ó. Hansen, forkvinna
og 
Katrin Højsted, skrivari