Innbjóðing til bíbilska sálarrøkt á Eiði

Innbjóðing
Ymisk sløg av missi í lívinum kunnu elva til sorg. Hevur tú upplivað eina skakandi hending? Hevur tú mist sambandi við onkran, sum hevði stóran týdning fyri teg? Hevur tú upplivað strongd, sjúku, hjúnaskilnað? Kennir tú teg sviknan? Hevur tú mist arbeiðið? Hevur tú okkurt trupult moralskt stríð at dragast við? Kennir tú á tær, at tú ert við at missa teg sjálvan og tín samleika? So er hesin samtalubólkurin kanska nakað fyri teg.
Í samtalubólkinum fara vit í trúnaði at:
- Kanna, hvat ið Bíblian sigur um líðing
- Fáa størri vitan um sálarløst og hvussu vit bera okkum at, tá ið vit syrgja
- Kanna møguligan sálarløst ella miss, sum tú hevur upplivað
- Royna at lættu um kensluligu pínuna
- Og uppbyggja lívsmátt til framtíðina
Tagnarskylda
Øll, sum luttaka, hava tagnarskyldu. Við tryggum kørmum skal ein kunna siga frá, hvat ið ein sjálvur hugsar og hevur upplivað, uttan at tað kemur víðari.
Um háttalagið
Vit brúka háttalagið bíbilsk sálarrøkt, sum er altjóða viðurkent og granskingargrundað. Fleiri enn 500.000 menniskju um allan heimin hava verið við í einum slíkum samtalubólki. Í Danmark hava tey brúkt hetta háttalagið í fleiri ár í sambandi við at veita hjálp og stuðul til tey menniskju, sum hava upplivað miss og sálarløst. Les meira um háttalagið hjá Center for tro, tab og traumer: www.cttt.dk
Eftirmeting
Í sambandi við undirvísingina verður ein stutt og dulnevnd eftirmeting eisini gjørd við fartelefonini.
Møtitíðir várið 2027
Hóskvøld kl. 19.00 – 21.00 hesar dagar:
- 08. apríl
- 15. apríl
- 22. apríl
- 29. apríl
- 13. mai
- 20. mai
- 27. mai
Staður
Eiðis prestagarður, Brekkuvegur 42, 470 Eiði
Samband
Tað er týdningarmikið, at tín missur ikki er hendur innan fyri tað seinasta ½ árið. Set teg í samband við okkum, so finna vit út av, um hetta er nakað fyri teg.
Blíðar heilsanir,
Jonhard Jógvansson, sóknarprestur. Teldupostur: jonhard@kirkjan.fo
Tordis Kristiansdóttir, serlækni. Teldupostur: torkr@ls.fo.
Luttakarar í samtalubólkum siga:
”Samtalurnar um fyrigeving vóru sera hjálpsamar.”
”Eg eri sloppin av við eitt sindur av míni skuldarkenslu.”
”Eg eri í sorg og møtti forstáðilsi.”
”Eg havi fingið eitt nýtt amboð at brúka í sambandi við mína sorg.”
Til ber at prenta út innbjóðing her