Skriva út
Inklusión
24.01.2012 Tíðindi

Í námsfrøði verður tosað um inklusión, ið merkir, at fleiri skulu dragast inn í tað arbeiðið, ið gerast skal á einum stovni. Jú fleiri taka hond í, tess lættari fella uppgávurnar. Tess lættari uppgávan kennist, jú størri er virðið av løtuni, tímanum ella degnum.
Tað snýr seg um trivnað. So umráðandi er tað, at eingin verður gloymdur í tí stóru fjøldini. Orðið øll fevnir ein hóp, har ein + ein + ein = øll. Orðið øll er íroknandi og fevnandi.
Hugsa vit um ábyrgd, so hava øll kirkjufólk eina ábyrgd av fólkakirkjuni. Ein neyvari áseting er neyðug, so ikki øll merkir eingin, og hvør einstakur skúgvar ábyrgdina yvir á onnur.
Men ábyrgdin er eisini ítøkilig. Nøkur hava eina ávísa ella serliga ábyrgd. Onnur hava eina yvirskipaða ábyrgd, og í øllum málum hevur onkur evstu ábyrgd.
Bygnaðurin í fólkakirkjuni staðfestir ta hugsan, at øll hava felags ábyrgd, og at nøkur hava eina serliga ábyrgd.
A : Kirkjufólkið hevur ábyrgd av at velja eitt kirkjuráð. Harafturat hevur kirkjufólkið ábyrgd av, at andaligi trivnaðurin er góður og mennist. At møta upp til gudstænastu ljóðar ikki altíð av so nógvum, men tað ger nakað jaligt við eitt kirkjulið, um fleiri ella færri eru virkin og ganga kirkjugøtuna. Ikki einans kirkjuráð og prestur hava ábyrgd. Tað gagnar kirkjuliðnum, at hin einstaki kennir sítt pláss á kirkjubríkini og minnist til kirkjuna, prest og kirkjunnar tænarar í bøn og forbøn.
B : Kirkjuráðið hevur ábyrgd av, at bygningurin er í góðum og nýtiligum standi. Tað ásetir tíðina, nær farið verður í kirkju. Tað avger tíð og dagfesting, nær fermingin skal verða. Tað avger talið av talvudøgum o.s.fr.
Kirkjuráðið hevur eisini eina andaliga ábyrgd. Hon er at stuðla presti í hansara (m/k) kalli og verki. Kirkjuráðið kann skipa fyri tiltøkum uttan fyri hámessutíð. Eyðvitað eigur kirkjuráðið at samskifta bæði við kirkjufólkið og sóknarprestin. Gott samskifti er neyðugt.
C : Sóknarpresturin er hirði kirkjuliðsins. Hann er kallaður í embætið til tess at skil og ordan skal valda í prædiku, læru og útinnan av sakramentunum. Hann er sálarhirðin, ið skal geva kirkjuliðnum andaliga frálæru og førning. Hann skal vera fólkinum til troyst og uggan svárar løtur á leiðini.
Staðfestingin av ábyrgd er gagnlig og neyðug, men vit mega ikki enda í kassum ella økjum, har skeltir ávara og siga, at her er eingin atgongd. Ístaðin fyri at nokta hvør øðrum atgongd á ella inn á ymisk økir, eiga vit at greina økini og arbeiðið í kirkjuliðnum. Tess neyvari henda greining er, tess sterkari stendur kirkjan, og tess betur virkar samstarvið millum allar partarnar í kirkjuliðnum. Hvør á sínum øki og í sínum kalli, men samstundis øll saman við sama endamáli og somu stevnu.
Aðalmál fólkakirkjunnar er at prædika evangeliið um Jesus Krist, Guðs son og heimsins frelsara. Júst her hevur hámessan ein serligan leiklut. Hámessan er fremsta virksemi hjá fólkakirkjuni, og alt annað virksemi eigur at peika fram ímóti og vísa inn til hámessuna.
Í námsfrøði verður tosað um, at starvsfólk og næmingar skulu vera felags um átøk, serligar uppgávur og vanliga gerandisdagin. Staðfest er, at júst inklusión økir um nøgdsemi hins einstaka og harvið eina størri felags gleði.
Tað er mennandi fyri hin einstaka, at onkur sær, at vit eru til og kunnu vera til nyttuna. Øll duga okkurt og megna onkra uppgávu væl.
Møguliga kemur onkur til ta niðurstøðu, at júst eg skal gera onkra uppgávu í kirkjuliðnum, ið eingin annar tímir.
Spurningurin er torførur at svara, men lættur at spyrja : Hvussu menna vit trivnaðin?
Nevni nakað alkent og einfalt. T.d. við at skipa hold við kirkjusangarum. Hoyrdi í vikuni um eina miðalstóra kirkju, ið júst hevur sett eina skipan í verk, har 7 hold skiftast um at syngja fyri ella saman við urguni. Hesin leisturin er væl kendur á mongum støðum.
Nógvastaðni eru hold, ið halda kirkjuna reina og fjálga. Tað er hóskiligt, at Harrans halgidómur er reinur og væl hildin.
Eisini børnini og sunnudagsskúlin, ja junior, ungdómur ella aldrandi ættarliðið. Øll kunnu vera við í menningini av tí kirkjuskipan, ið vit kalla fólkakirkjan.
Inklusión nemur tvinni umráði, ið hervið verða nevnd sum spurnartekin :
• Roknar tín egna staðbundna kirkja við tær?
• Roknar tú við tíni egnu staðbundnu kirkju?
Tað er møguligt hjá kirkjufólkinum at bera fram skilagóð uppskot. Vit hava nógv fólk, ið duga at lurta og verkseta. Tað er altíð onkur, ið hevur skil fyri økinum, ið verður umtalað.
Inklusión er hugskot, samskifti og verksetan. Hevur tú hugskot, so tosa við kirkjuráðið ella sóknarprestin.
Bæði dómpróstur og biskupur lurta eisini fegnir, men okkara lutur er yvirskipaður. Tað er sóknarpresturin, ið er hirði kirkjuliðsins, og kirkjuráðið hevur saman við presti ábyrgd av síni egnu kirkju.
Føroyska fólkakirkjan eigur eitt stórt valalið av fólki, ið hevur tikið ábyrgd. Tess vegna er uppgávan spennandi. Vit skulu sáa og væta, og signingin er Guðs.
(Biskupur skrivaði oddagreinina í Kirkjutíðindum / desember 2011.)
Onnur tíðindi