Skriva út

Ímynda tær eina gudstænastu uttan eitt brúsandi orgul

15.03.2023 Tíðindi

Donsku kirkjurnar hava trupult við at útvega nóg nógvar organistar. Støðan er í roynd og veru so ring, at um 10 ár koma at mangla einir 700 organistar. Støðan í Føroyum er ikki ólík teirri í Danmark.

 
TÓNLEIKUR Í KIRKJUNI: ”Eg var spurd/spurdur um eg hevði hug at spæla til gudstænastur í kirkjuni. Og eg játtaði.”

Henda setningin hoyra vit ofta, tá tosað verður við nógvar av organistunum í føroysku kirkjuni. Teir hava gingið til spæl ella hava ávísar royndir á tangentunum, og fáa nú eina nýggja avbjóðing, nevniliga at seta seg á ein orgulbonk.

Ein teirra, sum upplivdi júst hetta, er organisturin í Árnafjarðar kirkju, Theodor Askham Olsen. Hann hevði altíð gingið í kirkju í heimbygdini, og fekk nú fyrispurning um at taka við sum organistur.

Støðan var hon, at pápi hansara var deknur um tað mundið, tá táverandi urguleikarin gjørdist sjúkur, og fekk sostatt ikki spælt.
Theodor hevði annars gingið til spæl í kvøldskúlanum, tikið nøkur skeið í spæli, og hevði soleiðis lært at spæla eftir nótum.

- Tá so pápi spurdi meg, um eg hevði hug at loysa av sum urguleikari, svaraði eg, at tað var ókey. Og síðani tá – tað vil siga í 1990 – havi eg altso spælt her.

- Hví júst eg var biðin at loysa Arna av við urguna? Tja, tað er helst tí, at eg hevði spælt eitt sindur áðrenn, men tað var mest eftir besiffringum. Eg dugi at spæla eftir nótum, men føli meg hinvegin tryggari við besiffringunum, hevur Theodor áður greitt frá.

Hetta dømið vísir, hvussu ein í eini lítlari bygd, har tað tá búðu um 70 fólk, loysti trupulleikan við at útvega organist til kirkjuna. Og soleiðis verður eisini gjørt manga aðrastaðni í Føroyum, hóast ein eisini beinleiðis kann lýsa eftir organisti.


Bæði í Føroyum og í Danmark eru organistar ein eftirspurd vøra

Í summum føroyskum prestagjøldum er enn tørvur á organistum, men her hevur ein funnið eina skilagóða loysn. Henda er stutt sagt hon, at ein leggur gudstænasturnar soleiðis, at sami organistur kann røkja tvær kirkjur sama dag.
Hyggur tú eftir støðuni hjá organistum í landinum, sum vit ofta samanbera okkum við, nevniliga Danmark, er hon avgjørt ikki góð.

SÁLMASANGUR UTTAN ORGUL
Danska avísin Kristeligt Dagblad hevur í tveimum greinum lýst hetta álvarsmálið fyri donsku kirkjuna. Sligið verður rimmar fast, at verður einki gjørt, so kunnu fleiri kirkjur koma at standa uttan organist í framtíðini, kanska longu í 2033.

Støðan er kanska so nøkulunda í dag, men um eini 10 ár verður heilt galið, um ein skal trúgva tí sum danskir bispar, prestar og onnur í donsku kirkjuni siga.
Hesin veruleiki verður lýstur í eini frágreiðing frá donsku kirkjutónleikara-skúlunum. Her verður beinleiðis sagt, at um eitt tíggjuáraskeið fara at mangla millum 600 og 700 organistar í donsku kirkjunum.


Summi stykki krevja meiri enn bert ein organist. Onkutíð er neyðugt við einum hjálpara at blaða ella at registrera (geva orglinum nýtt ljóð)

Hetta er ein stórur partur av verandi organistum. Skipanin í Danmark er hon, at summir organistar eru løntir eftir sáttmála, meðan aðrir ikki eru tað. Íalt verður mett, at einir 2.350 organistar eru í donsku kirkjuni, umframt teir umleið 400, sum eru knýttir at konservatori’unum.

Nú skal ein sjálvandi altíð vera varin við at vera ov dapurskygdur, tí ofta kemur ein loysn undan kavi, uttan at ein visti um tað frammanundan.
Men í greinini verður kortini nortið við tað ringasta, sum kann henda undir eini gudstænastu í donsku kirkjunum, har trupulleikin tykist vera størstur í útjaðaranum.


Mangan er trupult hjá teimum smærru kirkjunum at útvega organistar. Óli Reinert á Geilini spælir í Svínoyar kirkju

Í ringasta føri kann tað enda við sálmasangi uttan orgulspæl, ella við tónleiki gjøgnum hátalarar undir altargongd. Ella dugir nakar at ímynda sær eina gudstænastu uttan eitt brúsandi preludium?

Leita við ljós og lykt
Men tað sum kanska ger støðuna uppaftur verri, er aldursbýtið hjá hesum organistum. Kanningin avdúkar, at helvtin av teimum eru farnir um tey 60 árini, meðan 250 teirra eru farnir upp um tey 80 árini. Hetta sama kann sigast um Jónsvein Mikkelsen á Toftum (høvuðsmyndin), sum hevur spælt orgul í omanfyri 70 ár.

- Ein stórur partur av teimum eru annaðhvørt í starvi í smærri bygdarkirkjum, sum vikarar ella bert við fáum tímum, stendur víðari at lesa í frágreiðingini.
Hyggur tú nærri eftir aldursbýtinum, so sæst eisini, at tað serliga er í tí yngra aldursbólkinum at mangulin er størstur.

Tað er helst so sum dómprósturin í Ribe, Morten Fester Thaysen sigur tað:
- Vit leita leita við ljós og lykt eftir avloysarum, tá ein organistur fer í annað starv ella fer frá við eftirløn. Vit hava leingi livað eydnusamir við, at tað vóru teir eldru organistarnir sum hildu tørn.

- Men í dag mugu vit bara ásanna, at vit snøgt sagt hava gloymt at læra nýggjar upp.
Fyrr var tað so, at læraraskúlarnir eisini undirvístu komandi organistum, men soleiðis er støðan ikki í dag.


Nógvir organistar í Danmark eru omanfyri 80 ár

Og Morten setur sjálvur spurningin fram: - Hvat gera vit nú, tá ið eingin teirra er eftir? Tað er eingin føðiketa aftanfyri, og tí er tað líkasum síðsta útkall fyri at endurskapa hesa føðiketuna.
- Tað verður nógv tosað um tørvin á prestum. Tað er sjálvandi í lagi. Men løgið er ikki at nevna støðuna um tørvin á organistum, sum er nógvar ferðir verri, slær hann fast.

”Organisturin” stendur
Tað eru tó tey støð her í Føroyum, har ein ikki hevur kunnað útvega organist, tá tann undanfarni legði frá sær ella flutti av bygdini. Ein av teimum sum kennir til hetta er Sofus D. Johannesen er ein av kirkjutænarunum við Gjáar kirkju.
Í eini samrøðu um tónleikin í kirkjuni tók hann soleiðis til: - Nei, tað hevði verið heilt óhugsandi!

Hetta ”tað”, sum hann sipar til, hevði nevniliga nakað við urguspæl og sálmasang í kirkjuni at gera.
Gjáar kirkja hevði í longri tíðarskeið verið uttan fastan urguleikara, og hevði tí roynt aðrar kreativar loysnir. Tí, uttan orgulspæl til sálmasangin í kirkjuni, so hevði borið illa til, fyri ikki ikki at siga als ikki, at havt eina vanliga gudstænastu.


Sofus D. Johannesen er tøkningur, tá gudstænasta er í Gjáar kirkju

Tað endaði við eini haldgóðari loysn, har ein í dag brúkar talgildar upptøkur av sálmasangi til gudstænastuna. Við øðrum orðum situr organisturin við Gjáar kirkju ikki á orgulbonkinum, men stendur í roynd og veru á loftinum við ljóðútgerðini og skiftir millum sálmaløgini.

- Her er ikki bara talan um sálmasang, men faktist um góðan sálmasang. Hetta hjálpir sera væl, tí nú er altíð góður sálmasangur og gott urguspæl til hvørja einastu gudstænastu, eisini um vit ikki eru so mong, sigur hann brosandi.

Orð: Snorri Brend/Myndir: Alnetið

Í næstu greinini viðgera vit støðuna í føroysku og donsku kirkjunum, tá talan er um organistar. Í triðju og seinastu í hesi røðini fáa vit viðmerking frá Símun Hammer frá føroyska Organistfelagnum.
Hann sigur millum annað um lønarviðurskiftini hjá føroysku organistunum: - Tá sigur tað seg sjálvt, at lønin má liggja í eini fastari legu, tí annars gevur tað lítla meining at útbúgva seg til organist.