Skriva út
Ikonar í Glyvra kirkju
21.09.2012 Tíðindi

Hesa tíðina í fjør var Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, í lestrarfarloyvi. Hann granskaði ortodoksu kirkjuna við serligum atliti at “ikonografi” og “ikonteologi” – myndlistina í eysturkirkjuni, týdningin av henni, og tað hon ber í sær.
Sóknarpresturin fer at greiða frá hesum í Glyvra kirkju mikukvøldið 26. sep. kl. 20. Í hesum sambandi letur ein framsýning upp í forkirkjuni við fleiri ektaðum ikonum. Nevnast kann, at ein er úr Ruslandi, ein úr Grikkalandi, ið er málaður á sjálvum heilaga fjallinum “Athos”, og ein úr Bulgarien. Framsýningin er eisini opin í vikuskiftinum 28-30 sep. frá kl. 16 til kl. 20.
Sí Myndir
Onnur tíðindi