Skriva út

Ida byrjað í embætinum

04.08.2026 Tíðindi
19
1 / 21 myndir

Sunnudagin var sannur hátíðardagur í Eiðis kirkju, tá ið Ida Lykke Kannuberg tók við sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.

Sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er farin í lestrarfarloyvi í tríggjar mánaðir, og hava kirkjuráðini í hesum sambandi kallað Idu sum virkandi sóknarprest teirra. Ida, sum er av Vestursælandi, varð prestvígd til tænastu í Danmark í 2021 og hevur m.a. starvast sum prestur í Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.

Tað er altíð serstakt, tá ið prestar taka við, men í hesum føri var talan um kirkjusøgu. Hetta er nevniliga á fyrsta sinni, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður Idu, Tummas, er nevniliga kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur 16. august í Hvalvíkar kirkju.

Umframt at Ida varð innsett, varð Henningi Bøgesvang eisini givið høvið at doypa langabbason sín, Gilla.

Ovi Brim próstur, skipaði hana í embæti. Talan kann lesast her.

Aftaná gudstænastuna borðreiddi kirkjuráðið á Eiði við góðum drekkamunni í snotiligu hølunum hjá EB.

Myndir: Jens Jákup Hansen