Skriva út

Í starvsvenjing í Føroysku Fólkakirkjuni

14.03.2012 Tíðindi
Í starvsvenjing í Føroysku Fólkakirkjuni

Sum liður í lesnaði í ”Kristendom, Kultur og Kommunikation”, sum er professiónsútbúgving á Diakonháskúlanum í Århus, havi eg verið í starvsvenjing í Føroysku Fólkakirkjuni í fimm vikur.

Orsøkin til, at eg valdi at søkja til Føroyar er, at eg eri ættað av Argjum og helt tað vera stuttligt at koma heim í starvsvenjing. Eisini hevði eg í huganum, at av tí, at Føroyar er eitt lítið samfelag fór tað at geva mær størri møguleika fyri at uppliva fleiri ymsar ”instansir” í kirkjuni , enn eg hevði fingið møguleika fyri í einari danskari fólkakirkju.

Endamálið við starvsvenjingini var at fáa innlit í arbeiðið í fólkakirkjuni, bæði á tí fyrisitingarliga og tí praktiska økinum. Og sigast kann, at tað var væleyðnað. Eg havi verið við á kirkjuráðsfundi, fundi í dómpróstaráðnum, vøggusangi í Hoyvíkar Kirkju, konfirmantalegu í Nólsoy. Hetta eru bert nøkur dømi.

Tíðin hevur verið gevandi, spennandi og mennandi uppá allar mátar. Eg er blivin sera væl móttikin, har eg eri komin. Fólk hava verið áhugaði í útbúgvingini hjá mær, og samstundis hava tey fegin greitt frá føroysku viðurskiftunum.

Alt í alt, kann sigast, at eg eri sera positiv, um tað arbeiði, sum verður gjørt í Føroysku Fólkakirkjuni, bæði lønt og ólønt.

Takk til tykkum sum hava gjørt mær tíðina so dýrabara.

Kristine Roel Andersen