Skriva út

Í Reykjavík

31.10.2010 Tíðindi
Í Reykjavík


Veðrið var heldur ruskut í Reykjavík, tá biskupur og ferðalagið lendu mánakvøldið 25. oktober umleið kl. 17. Regn, vindur, og illfýsið.

Í aðrar mátar var alt sára gott, og vinur føroyinga, Gunntór Ingason, prestur, ið starvast hjá biskupi Íslands, tók ímóti okkum. Saman við honum var Thorvaldur Karl Helgason, ið er skrivari biskupsins. Frá fyrstu løtu og allar dagarnar fylgdu teir okkum eftir væl lagdari skrá : Gudstænastur, andaktir, útferðir, fakligt samskifti um kirkjunnar bygnað, fíggjarviðurskifti, sosialu støðu og útbúgving. Tað fólksliga í fólksins kirkju var eyðsýnt.

Ørkin, føroyska sjómansheimið, var okkara tilhald. Eitt vakurt heim, og góð tænasta. Eitt friðarligt stað, ið hevur eina heimliga sál.

Vitjaðu Føroysku Sendistovuna, og fleiri av okkum høvdu ikki verið har áður. Maria í Brekkunum, ið er ættað av Eiði, umboðaði sendistovuna. Saman við henni vóru tvær kvinnur búsitandi í Reykjavík. Tær umboðaðu Føroyingafelagið.

Tað var nakað serligt at vitja landsins umboð í Reykjavík. Ein tignarlig løta. Blíðskapur og faklig kunning um virksemið runnu saman og myndaðu eina heild. Vit vóru í Reykjavík og tó heima.

Kl. 20 fóru vit til gudstænastu í Dómkirkjuni, har biskupur og Heri prestur hildu ávikavist eina prædiku og eina talu. Aftan á gudstænastuna bjóðaði Føroyingafelagið øllum kirkjuliðinum kaffi í kirkjuhúsinum. Umleið 50 fólk møttu til gudstænastuna.

Myndin er tikin á Føroysku Sendistovuni. Maria í Brekkunum væntar tíverri á myndini.

JF.