Skriva út
Í Noregi hava fá álit á kirkjuleiðsluni
18.04.2011 Tíðindi

NOREG: Bara triði hvør norðmaður hevur álit á kirkjuligu leiðarum sínum. Og tey flestu halda eisini, at týdningarmesta uppgávan hjá kirkjuni er at bjóða fram dóp og jarðarferð.
Eitt breitt úrval av norska fólkinum hevur nú sagt sína hugsan um kunnleikan til norsku kirkjuna. Og úrslitið er neyvan serliga hugaligur lesnaður fyri fólkakirkjuna.
Triði hvør hevur beinleiðis vánaligt inntrykk av kirkjuni, meðan bara sjeyndi hvør ber kirkjuni alt tað besta.
Eftir metingina ”siðbundin”, eru orðingar sum trongskygni, fordómar og ekskluderandi tær, sum koma oftast fyri, tá fólk siga sína hugsan um norsku kirkjuna.
Tey meiri positivu orðini – litrík, avbjóðandi og livandi – liggja niðarlaga á listanum yvir orð, sum fólk tvinna saman við kirkjuna.
70 prosent av teimum spurdu eru limir í norsku kirkjuni.
Stúrin
Á einum lista yvir 9 útsagnir um norsku kirkjuna eru tað tey fægstu sum kunnu taka undir við setninginum: ”Eg havi álit á leiðarunum í norsku kirkjuni”.
Setningurin, sum flest taka undir við, er hesin: ”Norska kirkjan hevur sum sína týdningarmestu uppgávu at bjóða fram dóp, konfirmasjón, vígslu og jarðarferð”.
- Eg má bara staðfesta, at norska fólkið hevur ikki serliga stórt álit á kirkjuleiðarunum. Tað gevur orsøk til stúran, sigur ovasti leiðarin í kirkjuni, Svein Arne Lindø við norska blaðið Vårt Land.
Orð: Snorri brend
Onnur tíðindi