Skriva út
Í Norðoyggjum hava tey innstillað prest
31.12.2009 Tíðindi

Í Norðoyggjum eru tvey prestagjøld og tríggir sóknarprestar. Prestagjøldini telja tilsamans 10 kirkjur.
Norðoya eystara prestagjald hevur fimm kirkjusóknir. Viðareiði, Hvannasund, Svínoy, Kirkja og Hattarvík. Hetta eru kirkjubygdirnar eystanfyri. Hvannasunds kirkjusókn fevnir yvir fleiri bygdir. Prestur hevur sæti í Ónagerði á Viðareiði.
Í Norðoya vestara prestagjaldi eru somuleiðis fimm kirkjusóknir. Klaksvík, Mikladalur, Húsar, Árnafjørður og Kunoy. Nakrar av kirkjusóknum fevna fleiri bygdir og økir. Tveir prestar eru í prestagjaldinum.
Í eitt ár hevur kallið sum kirkjubóksførandi prestur og jarðarferðarmyndugleiki verið røkt av Hanusi á Gørðum, presti. Hanus varð prestvígdur í august 2007 og starvaðist eitt ár í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Tá eitt ára skeiðið rann út, tók Hanus við kallinum norðanfyri sum fyribils settur prestur.
Hetta starvið varð lýst leyst at søkja, og tá umsóknarfreistin rann út 10. desember 09 vóru fýra umsóknir.
Á fundi 30. desember 09 avgjørdu kirkjuráðini at innstilla Hanus á Gørðum í kallið sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Longu tann 10. januar 2010 verður Hanus innsettur. Tað verður Bjarni Bæk, dómpróstur, ið skipar Hanus í starv.
JF.
Onnur tíðindi