Skriva út

Í menniskjum góður tokki

19.10.2010 Tíðindi
Í menniskjum góður tokki


Hesi orðini eru væl kend. Tey ljóða ávegis í adventini og verða fullborin um jólini. Ein eyðkendur jóladámur ljóðar sum unniligt bergmál, stillisliga og hóvliga. Gleði og fagnaður, tí Guð er góður, og góðska hansara elur fram tað góða í menniskjum. Guðs kærleiki er kjarnin og fyrimyndin í góðum og gagnligum kristnum verki.

Tað er felags fyri alla mannaættina og ikki tengt at átrúnaði, at menniskju útinna miskunnarverk. Vit kunnu t.d. nevna Reyða Kross, sum í okkara heimsparti er avmyndaður sum ein reyður krossur. Í tí muslimska heiminum er systurskipanin hjá Reyða Krossi avmyndað sum ein hálvmáni.

Á jólum minnast vit føðing Jesu, at hin unga moyggin, ið var gitin av heilagum anda, føddi sín fyrsta fødda í Betlehem.

Ikki sørt av romantismu er blandað upp í gleðiboðini. Tað ger valla nakað, um litrík ljós prýða gluggan, ella nissur hanga sum veggjaprýði. Hin kristna trúgvin er lív og í øllum førum ikki átrúnaður einans við tí fyri eyga, at lívið skal hóska inn í eitt fastlagt skema, ið er stað og tíðarbundið. Hin kristna trúgvin fagnar lívinum og er ætlað sum lívsgrundarlag hjá øllum fólkasløgum. Eyðvitað eru vit ymisk í sinn og skinn frá einum landi til annað. Ja, sjálvt í sama landi eru vit ymisk á máli, hava ymiskan húðalit, og baklandið er als ikki eins.

Jólini eru bæði ein kirkjulig og fólkslig hátíð. Tað kirkjuliga er i kirkjum og samkomum og hevur ein almennan dám. Gudstænastan er almenn, og øll eru vælkomin í kirkju. Á serstakan hátt seta kórini og tónleikurin dám á adventina. Eitt stórt arbeiði, ið saman við Orðinum sigur alt tað, ið ikki kann sigast við orðum eina.

Hin fólksliga hátíðin er samveran við ætt, vinum og kenningum. At koma heim til jóla, - tað er nakað heilt serligt. Kenslur og bond. Ein sterk kensla, ið staðfestir, at fornuftin einans er ein partur av lívinum. Lívið er litríkt, har tað fær náðir at liva.

Við øllum tí góða, ið sigast kann um jólini, fylgir ein ókendur skuggi. Rættari er at siga, at jólini ikki altíð eru so góð, sum vit gera tey til í kirkjunum. Jólini hava sínar tungu løtur. Jólini hava tað svárt mangastaðni. Á jólum renna mong tárini, - sorg og saknur, - ella eitt slag av fátækt.

Eisini í Føroyum búgva fólk, sum ikki eiga tøkan pening til jólahald ella eina lítla gávu til børnini. Til eitt gott lív er tað ikki nóg mikið, at eingin doyr í hungri. Lívið er meira enn rugbreyð. Lívið er eisini kenslur. Gleðin fær tað torført, og trivnaðurin lækkar, um vit ikki uppliva eitthvørt kveikjandi. Tað at uppliva er ein partur av lívinum. At fáa eina gávu er eitt tekin um, at onkur veit av og hevur sæð, at vit eru til.

Til tess at hjálpa teim foreldrum, ið ikki hava ráð til barnajól, hevur Annlis Bjarkhamar tikið stig til átakið “Í menniskjum góður tokki”. Ymiskir felagsskapir, kirkjur, samkomur og einstkalingar taka lógvatak saman til tess at savna pening inn, so tey børn, hvørs foreldur hava trong fíggjarlig kor, kunnu kenna jólini unnilig og gleðilig.

Fólkakirkjan fegnast um hetta átakið. Tað er gott, at vit eiga menniskju, sum hugsa nakað út um sínar egnu heimligu veggir. Í tí stilla og nú alment um landið alt verður mong góðgerðin framd. Tann, ið hevur tað svárt og fær eina gávu, veit frá at siga, at gávan ger menniskju glað, og gleðin føðir trivnað, og trivnaðurin økir um lívsvirði.

Ein grunnur umsitur átakið “Í menniskjum góður tokki”. Í nevndini fyri grunnin eru umboð fyri fólkakirkjuna, vælgerandi felagsskapir og vinnulív.

Grunnurin hevur konto í Eik : 9181 - 9983890.

Fólkakirkjan letur talvuna ganga til frama fyri nevnda átak sunnudagin 24. oktober 2010.

Vit ynskja átakinum alla góða eydnu.

JF.