Skriva út

Í Leirum, Hvalba.

25.08.2010 Tíðindi
Í Leirum, Hvalba.


Í eina tíð hevur eingin prestur verið í prestagarðinum í Leirum. Jónsvein Bech, sóknarprestur á Tvøroyri, hevur røkt Suðuroyar norðara prestagjald. Á ein hátt hevur Jónsvein verið í sínum egna kalli, tí Jónsvein er kirkjubókaførandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Í heyst er ætlanin at lýsa kallið leyst at søkja. Miðað verður fram ímóti at seta prest 1. februar 2011.

Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, kemur at røkja kallið í Hvalba hetta árið út. Vit fegnast um, at teir, ið eru farnir frá fyri aldur, vilja dugna kirkjuni í hesi skiftistíð, sum árið 2010 veruliga er. Gongst okkum til vildar, so verða 9 prestar settir í starv í fólkakirkjuni í Føroyum frá 1. februar 10 til 1. februar 11.

Jú sanniliga, sum orðafellið sigur : “Tað blíðkar fyri hugaðum monnum!”
JF.