Skriva út

Í Leirum – ein umsókn.

10.01.2011 Tíðindi
Í Leirum – ein umsókn.


Tá umsóknarfreistin var úti tann 10. januar 2011 kl. 15, var ein umsókn komin til kallið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Seinra hálvár í 2010 var Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hetta var ein góð loysn, ið vit eru takksom fyri. Tað er gott fyri kirkjuliðini og fólkið, at prestur er tøkur til tænastu og býr í prestagarðinum.

Tað seinasta árið hava vit skipað 7 ung fólk + dómpróstin í embæti. Samanumtikið má sigast, at tilgongdin hevur gingið væl.

JF.