Skriva út

Í Leirum

05.04.2011 Tíðindi
Í Leirum


Øll prestastørvini í føroysku fólkakirkjuni eru í løtuni mannað uttan kallið í Leirum. Í kirkjuni sum heild hevur tilgongdin gingið væl. Í løtuni er umleið ein triðingur av prestunum ung fólk, ið hava verið í tænastu frá nøkrum mánaðum upp til trý ár.

Ætlanin er at lýsa embætið í Hvalba leyst einaferð seint í summar. Ein nýggj lóg um størv í fólkakirkjuni er ávegis í tí politisku skipanini. So møguliga velja vit at bíðja, til nýggja lógin er komin í gildi. Spurningurin er, hvussu skjótt lógin verður smíðað.

Tað er neyðugt, at vit í altjóða samfelagnum víðka sjónarringin so mikið, at vit innan útbúgving og kirkju viðurkenna norðurlond sum ein arbeiðsmarknað. Eyðvitað skulu vit seta neyv førleikakrøv, men hesi krøv eiga at vera sett øllum, eisini okkum í hava danskt embætisprógv. At vit kenna landið, fólkið, kirkju og mentan.

Biskupur hevur í samráð við kirkjuráðini í Suðuroyar norðara prestagjaldi heitt á prestarnar Niels Paula Danielsen og Henning Bøgesvang um at røkja embætið í tríggjar mánaðir hvør.

Niels Pauli Danielsen er í Leirum frá 1. apríl – 30. juni 2011.

Henning Bøgesvang loysir av 1. juli og røkir kallið september mánað út.

JF.