Skriva út

Í koyristóli ella á høkjum

12.09.2011 Tíðindi
Í koyristóli ella á høkjum

Vælkomin í kirkju stendur skrivað, og somu orð ljóða mangan í forkirkjuni ella á einum prædikustóli. Vinarlig og vælmeint orð, og eingin orsøk er at ivast í, at tey eru sonn.

Men hvør er tað, ið hevur møguleikan at vitja? Kunnu øll koma á gátt, ella kunnu øll koma uppum og innum gáttina í eini vanligari føroyskari kirkju?

Kirkjan er eitt alment hús, og inn í eina kirkju kunnu øll koma. Allar gudstænastur eru almennar. Tað boðar kirkjuklokkan frá í síni kallan. “Vælkomin á gátt!”

Ikki øll hava umstøður at koma inn í nógvar føroyskar kirkjur, tí gáttin er ov høg.

Kringumstøðurnar gera tað torført og viðhvørt ómøguligt hjá fólki við breki at koma inn. Tey rørslutarnaðu og tey í koyristóli hava ongan møguleika at ganga trappurnar.

Vit tosa í myndatalu um, at í kirkjuni skal vera høgt til lofta og breitt til veggja. Gáttin skal vera so lág, at øll kunnu koma inn.

Myndin er góð og sonn. Men veruleikin er ein heilt annar. Øll hava als ikki møguleika at koma í kirkju! Fólk við breki hava avmarkaðar møguleikar!

Vit sum eru myndugleikin – kirkjuráð, og ráðini hjá dómprósti og biskupi – eiga at gera nakað við málið. Men tað er als ikki nøkur løtt uppgáva.

Kirkjan er friðað!

Harmiligt at atliti at bygninginum vigar eins væl ella enntá tyngri enn atliti at teim fólkum, ið bera brek.

Vit mega hugsa nýtt, frískt og livandi. Kirkjan er til fyri fólkið, íroknað fólk við breki, ið eru vanlig fólk.

Føroya Løgting hevur í mai 2010 einmælt samtykt yvirlýsingina hjá Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Grein 9 - Atkoma

Til tess at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum, skulu limalondini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey eins væl og onnur sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði í bý og á bygd. Hesar atgerðir, sum skulu fata um at eyðmerkja og beina fyri forðingum og hindri fyri atkomu, skulu galda fyri m.a.:

(a) bygningar, vegir, samferðslu og aðrar innan- og uttandura hentleikar, íroknað skúlar, hús, heilsu- og læknastøðir og arbeiðspláss.

Hóast hesa yvirlýsing eru kirkjuráðini og kirkjunnar leiðsla framvegis fangað í gomlum lógum og reglugerðum.

Kirkjan hevur viðhvørt eitt sera torført val at taka støðu til : Skulu vit velja eina gátt úr viði? Ella skulu vit lata fólk við breki koma inn í kirkjuna?

Valið er ímillum eina gátt ella fólk í koyristóli.

Valið er ímillum nakrar fjalar ella fólk, ið hava torført við at ganga.

Tíðin er komin, har kirkjunnar leiðsla greitt boðar frá, at kirkjurnar skulu vera atkomiligar hjá øllum, eisini rørslutarnaðum.

Rætt skal vera rætt. Tað eru kirkjuráð, sum veruliga hava roynt at fremja ábøtur og betra um viðurskiftini teimum til bata, ið bera brek.

Men vit í fyrisitingini eru ein forðan. Vit mega halda landsins lógir og reglugerðir. Neyðugt er at spyrja dugnalig og serkøn fólk til ráðs. Fólk, ið eru sett til at røkja sína tænastu, og sum einans gera sítt arbeiði til lítar.

Vit eru endaði í einum mótsetningi. Hvørji atlit eru fremst, tá talan eru um kirkjulig viðurskifti. Er tað byggisnið / mentan / arkitekturur ella kirkjuliðið.

Beint nú eru vit í eini torførari støðu. Vit ynskja, at kirkjan sum hús lýkur altjóða ásetingar, ið eru staðfestar av Føroya Løgtingi.

Men vit eru fangað, tí tann væl floygdi fuglurin á altjóða støði verður skerdur av heimligum lógum og reglum.

Eyðvitað mega vit verja allar gamlar dýrgripir. Byggilist og mentan, søga og bygningar. Tað hevur týdning.

Men enn størri týdning hava tey menniskju, ið onkursvegna bera brek. Tey eiga at kenna seg væl í eini kirkju. Vit mega broyta onkra gamla viðtøku til frama fyri fólkið.

Ella hvat er ætlanin við eini kirkju?

JF.