Skriva út

Í kirkju afturi í 60’unum

12.09.2022 Tíðindi

Sunnukvøldið var ein serlig gudstænasta í Hósvík, har kirkjan var mestsum fullsett, tá ið møguleiki var at hoyra kenda deknin, Hans Jacob í Toftum, sum livdi frá 1881 til 1967, lesa lestur og alt tað, ið hoyrdi gudstænastuni til.

Hósvíkar kirkja var sunnukvøldið karmur um eina heldur øðrvísi gudstænastu. Har var lestur, sum í sjálvum sær ikki er nakað óvanligt, men tey, sum vóru kom í Hósvíkar kirkju, hoyrdu ein lestur, sum upprunaligað varð lisin fyri júst 62 árum síðani, tann 11. september í 1960.

Talan var um eina upptøku við Hans Jacob Hansen í Toftum, bónda og bátasmiði í Hósvík, ið var tiltikin góður deknur. Tað segðist, at fólk kundu koma til Hósvíkar, bara tí tey vildu sleppa í kirkju og hoyra hann lesa.

Í so máta var gudstænastan sunnukvøldið lítið øðrvísi, tí har vóru útivið hundrað fólk, ið komu úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum og allari Streymoynni. Tey vórðu vitni til eina gudstænastu, har tey sungu somuj sálmar sum fyri 62 árum síðani, men alt annars, ið hendi undir gudstænastuni, las Hans Jacob, ið livdi frá 1881 til 1967.

Eftirkomarar og skyldfólk hjá dekninum høvdu fingið fatur á eini upptøku úr Savnsgullinum hjá Kringvarpi Føroya, og hesa fingu tey loyvi til at brúka, so gudstænastan trettanda sunnudag eftir trinitatis í 1960 kundi endurupplivast, júst sum hon var.

Føroyskar lestrar og sálmar
– Pápi Hans Jacob, Magnus, helt Føringatíðindi, so tí kundi Hans Jacob læra seg at lesa føroyskt, ið hann ikki lærdi í skúlanum. Hann gjørdist deknur í 1910, og tey fyrstu árini var lestur lisin í skúlanum, sum kom í 1897, men tá ið kirkjan varð vígd í 1929, var lestur lisin har, greiddi Helgi í Brekkunum frá sunnukvøldið, áðrenn sjálv gudstænastan byrjaði.

Hans Jacob í Toftum var ommubeiggi Helga, ið sjálvur spældi í kirkjuni nøkur av teimum seinnu árunum, Hans Jacob var deknur, til hann gavst at lesa á vári í 1967, sama ár sum hann doyði í mai mánaði.

Tann dagin, gudstænastan við lestri varð upptikin í 1960, spældi Hans Petur, sonur Hans Jacob, og hann mundi spæla í kirkjuni í meiri enn 40 ár. Onkuntíð var Hans Jacob og ferðaðist hjá eini dóttir síni, ið búði í Norra, og tá kundi koma fyri, at Hans Petur bæði spældi og las. Okkurt brot var eisini at hoyra sunnukvøldið, har sálmasangurin og orgulspælið kundi hoyrast.

– Hans Jacob las danskar lestrar, men tá ið lestrar komu á føroyskum, sum til dømis lestrarbókin “Í skýming” eftir Jákup Dahl, próst, fór hann at lesa teir. Hann las vanliga tveir danskar lestrar um mánaðin og tveir føroyskar. Eisini plagdu tey at syngja tveir føroyskar sálmar og tveir danskar, visti Helgi í Brekkunum at fortelja.

Gott at hoyra abban aftur
Ein av abbadøtrunum, Anna Jakobsen, minnist væl hvussu tað var at vera í kirkju, tá ið abbin las, og hon seg tað vera eina góða uppliving at hoyra málið á abbanum aftur:

– Eg kendist beinanvegin við málið og ta mjúku røddina. Hann var eisini einasti abbi, eg havi havt, tí hini vóru øll farin, áðrenn eg var fødd. Vit vóru altíð í kirkju, tá ið eg var smágenta í Hósvík, so tað var ikki sunnudagur, høvdu vit ikki verið í kirkju og lurtað eftir abba, tá ið hann las, sigur Anna.

Eisini Hans Jørgensen, sum er kendur sum deknur í Miðvági, har hann hevur lisið síðani í 1989, hevði sunnukvøldið leitað sær til Hósvíkar at hoyra ommubeiggja sín lesa.

– Hetta var ein næstan púra vanlig gudstænasta. Og so hoyrdi eg Hans Jacob lesa aftur, sum eg minnist hann sum stórur smádrongur, tá ið eg var í Hósvík og vitjaði. Hann las akkurát so týðiliga og greitt, sum eg minnist tað, sigur Hans, ið eisini nevnir tað, fleiri hava nevnt, at ommubeiggin las so væl, at tað var sum at hoyra hann fortelja lestrarnar.

Umframt Hans vóru eisini fleiri aðrir deknar til staðar, so kanska løtan sunnukvøldið kundi vera teimum til íblásturs. Tríggir abbasynir vóru eisini í gongd sunnukvøldið, tí Hans Jacob Djurhuus var klokkari, Hilmar Jan Hansen organistur og Hans David Hansen tók sær av, at røddin á abbanum ljóðaði tær røttu løturnar.